Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 196
194
HØVUNDALEIÐBEINING
fróðskaparrit er tíðarrit hjá Fróðskapi - Faroe Urtiversity
Press. Allar náttúruvísindaligar og laeknafrøðiligar ritgerðir,
umframt allar hugvísindaligar ritgerðir, á øllum málum,
hava okkara áhuga, um evnið, tær viðgera, hevur samband
við Føroyar.
Ritsjórnin og/ella óheftir metarar viðgera øll handritini
sum koma inn. Ein avgjørd treyt er, at henda høvunda-
leiðbeining verður fylgd nágreiniliga, annars verður hand-
ritið sent høvundanum aftur, so at hann kann endurskoða
tað.
Send handritið til ritstjóran í prentaðum líki og/ella við
telduposti: doretebfangs.fo.
Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir skulu
sendast ritstjóranum aftur innan 72 tímar. Sum minst
eigur at verða broytt; eru umfatandi broytingar, verður
eyka gjald kravt fyri tað.
Høvundarnir fáa grein sína sendandi sum pdf-skjal í
somu uppsetingsum í prentaðu útgávuni. Pdf-skjalið kann
leggjast út á heimasíðu ella býtast út eftir ynski. Pdf-fílan
er læst og møguleikar eru ikki at rætta ella broyta í skjal-
inum.
Leiðbeining
Handrit eiga at lúka tær treytir, sum eru vanligar innan tey
ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt
vera av ískoytisviðmerkingum. Serliga eigur at verða roynt
at sleppa undan undirgreinum. fstaðin eigur øll frágreið-
ingin at koma í sjálva greinina.
Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at vera
undirstrikaðl eiga at verða nýttir til:
1) At vísa til heiti á bókum og tíðarritum
2) Plantu- og djóraheiti á latíni
Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, Stórir-og-smáir stavir og
navnið á høvundanum/høvundunum: Skákstavir, Stórir-
og-smáir stavir og so tvær tómar reglur.
Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, Stórir-og-smáir stavir
og so ein tóm regla.
Stig 2 undirheitið: Feitir starvir, Stórir-og-smáir
stavir, eingin tóm regla aftaná.
Stig 3 undirheitið: Skákskrift, Stórir-og-smáir stavir,
eingin tóm regla aftaná.
Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu
síðu saman við fullum navni og bústaði høvundans saman
við teldupostadressu. Harnæst kemur úrtak av greinini, ið
ikki má vera meira enn 175 orð, ið víðkar um heitið á
greinini, uttan at endurtaka tað. Úrtakið vísir í stórum á
endamálið við greinini, greiðir frá arbeiðinum, staklutum
og týdningarmiklum úrslitum og niðurstøðum. Umframt
eigur enn ein samandráttur at vera tøkur til at týða annað-
hvørt til føroyskt ella enskt, alt eftir, hvørjum máli, ritgerð-
in er á.
Best er um teksturin verður býttur upp í: Inngang, tilfar
og mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men onnur
hugtøk munnu fara at verða góðtikin. í tekstinum verða
altjóða skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis
metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talvur
og myndir (eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekst-
in, og frágreiðing um tær eigur at standa í myndatekstin-
um (ikki sum: ...sí tekst). í talvunum eigur teigari (tabula-
torur) at verða nýttur, ongantíð glopp. Myndir eiga at
verða sendar í EPS-, TIFF- ella JPEG-formati, ella sum prent
(fotomyndir - pappír ella diapositiv - ella sum útprent-
aðir grafar/myndir).
í tekstinum eiga tilvísingar ikki at vera talmerktar, men
navngivnar sum Joensen (1963), ella, tá ið tað liggur betur
fyri, sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at
verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Svabo,
1783; Joensen, 1963). Soleiðis eigur at verða víst til ávísar
síður: (Joensen, 1963:123-134). Soleiðis eigur at verða víst
til tveir høvundar: (Joensen og Táning, 1970) og soleiðis
til fleiri enn tveir høvundar: (Enckell et al., 1986). Longri
niðri stendur tilvísing í fullum orðaljóði. Tilvísingarlistin
eigur ikki at verða settur í nummarrøð, men skrivaður í
bókstavarøð, heitið á bókum í fullum líki, tíðarrit við teim-
um styttingum, sum tíðarritið nýtir í løtuni, so sum:
Benjaminsen, T. and Christensen, I. 1980. The natural
history of the bottlenose whale, Fiyperoodon ampul-
latus (Foster) In: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds).
Behavior o/Marine Animals 3:143-158.
Enckell, P.H., Bengtson, S-A., Douwes, P., Niklasson, M.,
Stille, B. and Wiman, B. 1986. The dispersal pattern of
an anthropochorous species: Genetic variation in
populations of Lumbricus terrestris L. (Lumbricidæ) in
the Faroe Islands. Hereditas 104: 253-261.
Svabo.J.C. 1783 (1959). Indberetningerfra en Rejse i Fcerøe
1781 og 1782. Selskabet til Udgivelse af Færøske Kilde-
skrifter og Studier. København.
Udkast til Lov for Færøerne om Jagt, Fuglefangst m.m.
1911. Forslag og Betænkninger afgivne afDen Fcerøske
Landbokommision. København: 303-314.
Sendið handritini til:
Dorete Bloch, ritstjóri
Føroya Náttúrugripasavn
FO-100 Tórshavn
tel 352320, faks: 352321
teldupostur: doreteb@ngs.fo