Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2008, Blaðsíða 150
148
Hjalmar P. Petersen
c. Man skal ikki taka bátin eftir stnvnunum.
(Petersen og Isholm 2003:203)
Her er orðaraðið skula + noktan + navnháttur tað vanliga og tað er
hugsandi at noktan + navnháttur, sum verður nýtt sum noktandi
boðsháttur, er komið úr hesum, kanska bæði í foroyskum og íslendsk-
um, moguliga orsakað av danskari ávirkan, sbr. (9b). Sjálvt um talan
er ikki um vanligan boðshátt, men eina almenna framseting, er orða-
roðin noktan + sagnorð í hvussu so er til staðar. í domum sum (8c),
Ikki gloypa um ov stóran bita stendur navnhátturin gloypa framman
fyri einum sjálvljóði, meðan hann í (8a,b) stendur frammaníyri einum
hjáljóði, sbr. (6a), endurtikin her sum (10):
(10) Eg má líka siga, at eg ikki havi spottað nakran inni her...
Ikki far og taka sórit upp. Ikki sig at eg endi í helviti!
Hetta kann vera upprunin til noktandi rótarboðshátt, t.e., -a fellur burt-
ur framman fyri einum sjálvljóði, men ikki upprunaliga framman fyri
einum hjáljóði. Seinni verður tann nakni rótarformurin nýttur alla-
steðs. Tað yngra ættarliðið hevur sostatt umtulkað og generaliserað
tann nakna formin.4
Men er hetta oll sogan? Er ein innari broyting og bara ein innari
broyting tað, sum er atvoldin til, at mann fær noktandi rótarboðshátt í
foroyskum? Fyrst má mann spyrja, hví tey eldru ættarliðini ikki hava
umtulkað ikki fara og sig at eg endi í helviti til ikki far og sig at eg
endi í helviti. Hví hendir hetta bara hjá teimum yngstu? T.e., hjá teim-
um, sum eru í mestum sambandi við enskt. í K8 korpusinum sigur eitt
heimildarfólk, hetta er tann parturin av verkætlanini, har tey tosa
danskt ella gotudanskt, soleiðis:
Heimildarfólk: Fordi jeg kan engelsk flydende. Det er næsten som mia
modersmál, jeg kan det bedre end dansk. Ja. Jeg begyndte at tale engelsk
nár jeg var tre ár gammel. Og dansk kom efter det.
4 Sum Höskuldur Þráinsson bendi á í viðmerking til henda greinarstubban, er sos-
tatt moguligt at upprunin er eitt sandhiíyribrigdi og mann hevur slíkt aðrastaðni í ft,r'
oyskum, sum í vit koma ikki heim, sum kann verða borið fram sum kom ikki, t.e., við
-a burturfalli.