Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2008, Blaðsíða 152
150
Hjalmar P. Petersen
er til staðar, altso noktan + rót, og her kann væl vera, at tey so nýta Ry
(ikki fara) fyri at náa fram til ikki far.5
Eg meini eisini, at hetta stendur í samband við útviklingina av r í
foroyskum í dag. Her hevur ungdómurin yvirhovur ein retrofleksan
approksimant (Petersen 2005). So kann mann mótmæla og siga, at eitt
retroflekst r einki hevur við noktandi rótarboðshátt at gera. Nei, sum
so ikki, men tá ið talan er um málamót (e. language contact) og mál
yvirhovur, so er eitt samband, tí eitt mál er ein skipan við fleiri undir-
skipanum, og er t.d. ensk (ella donsk) ávirkan í summum portum av
skipanini, so er hon eisini í oðrum portum av skipanini (sbr. til domis
Thomason og Kaufman 1988:57 ff.). Tískil kann mann seta útvikl-
ingina av reterofleksum r og tí nýggja noktandi rótarboðsháttinum í
ein leyp, og siga, at talan er vissuliga um enska ávirkan í foroyskum.
Oftani er tað soleiðis, at leitað verður bara eftir einari frágreiðing,
og so ikki meira, men í hesum fori ber ikki til at útiloka einum sam-
spæli ímillum eina innari broyting + eina ytri ávirkan. Tá ið saman-
umkemur, sum eg longu havi sagt, so kann tað ikki vera nokur tilvild,
at hetta hendir hjá tí ættarliðnum, sum hevur storst samband við enskt.
Mann hevur eina innari broyting sum burturfall av sjálvljóði fram-
manfyri sjálvljóði í næsta orði (eitt nú fara og >far og). Hetta kann so
eisini henda analogiskt frammanfyri hjáljóði (taka sórit > tak sórit)
og rættilig ferð kemur á broytingina, tá ið tey ungu koma í samband
við enskt.
TILVÍSANIR
Heine, Bemd, and Tania Kuteva. 2005. Language Contact and Grammatical Change.
Cambridge University Press, Cambridge.
Henriksen, Jeffrei. 2000. Orðalagslœra. Sprotin, Vestmanna.
Petersen, Hjalmar P. 2005. Frænda-r. Fróðskaparrit 53:6-13.
5 Replikatión er eisini í Hvaóani ert tú frá? Her hevur mann hvorki ta donsku
konstruktiónina Hvor kommer du J'ra, sum annars er lænt sum Hvar ert tú frá? ella ta
foroysku Hvaðani ert tú? men eitt bland. Hetta vísir, at málreplikatión ikki er reint
lán, t.e., at mann bara kopierar ta donsku orðaroðina, sum er gjort í Jón gav klœðini
til Frelsunarherin ístaðin fyri Jón gav Frelsunarherinum klœðini.