Málfregnir - 01.12.2001, Page 47

Málfregnir - 01.12.2001, Page 47
tjóðskaparliga málreinsingarliga leisti, sum galda fyri fproyska málrpkt annars: mál- frpðingurin hevur sett treytirnar. Avleiðing- amar eru í mongum fprum, at tað ofta er stórur munur millum teir normativu (til- mæltu) formarnar og teir operativu (nýttu) formamar. Men hinvegin kunnu vit tó stað- festa, at arbeiði við yrkisorðum ikki útihýsir tí málreinsingarligu meginregluni. Tað hava vit mong dómi um. Radioamatprarnir I Fproyum hava vit ikki granskað í yrkisorða- frpði, og mítt skeið í orðabókafr0ði og yrkisorðafr0ði er tað fýrsta av sínum slag á Fróðskaparsetrinum. Og tað kann virka sum ein andspgn serliga í einum málsamfelagi, sum fyrst og fremst er eyðkent fyri sína leksikalsku purismu. I undirvísingini fíngu vit innlit í áhugavert yrkisorðafrpðiligt tilfar og í tilfar um yrkisorðafrpði. M.a. so fann eg ein orðalista, sum ein áhugafelagsskapur av radioamatprum hevði staðið fyri, har vit eisini kundu lesa teirra sjónarmið og hugburð um yrkisorðafrpði og spumingar knýttar at radioamatpryrkinum. Radioamatpramir h0vdu eina yrkisorðanevnd, og teir h0vdu eitt limablað, sum kallaðist Oy-arín, og sum eg haldi er sera áhugavert sæð úr yrkisorða- fr0ðiligum sjónarhomi. I einum av hesum blpðum verður skrivað um yrkisorðini innan ravmagnsðkið og radio0kið. Teir mæla til eitt samarbeiði millum verkfr0ðingar og mál- fr0ðingar. Og tað er áhugavert at síggja, at teir heilt uttan fordómar skifta orð um henda klassiska spumingin, sum snýr seg um altjóðaorð mótvegis nýggjyrðum. Teir siga m.a. soleiðis (Oy-arin nr. 12:4): Vísindaligt nágreinsemi mótvegis málslig- um reinsemi er tvíflpkjan, tá yrkisyrði innan ravmagns- og trongri radioyrkispkið skulu leggjast í fasta legu. Teir halda, at tað hevur stóran týdning - eins og innan st0ddfr0ði - við nágreiniligum skilmarkingum av 0llum hugt0kum og yrkisorðum. Men tann stóri spumingurin er, siga teir, at fproyingar mugu taka st0ðu til, um teir vilja hava fproysk yrkisorð ella ikki, heilt einfalt. Men áðrenn vit koma so langt, mugu vit gera okkum greitt, hvat er at vinna og hvat er at missa, tá ið st0ða verður tikin til henda spurning. Málfrpðingurin vil hava reinan málbúna, „reinsemi", verkfrpðing- urin vil fyrst og fremst hava „nágreinsemi“. Spumingurin er, um hesi bæði sjónarmið kunnu sameinast, og tað fer bara tíðin at vísa, siga teir. Men um málfrpðingurin og verkfrpðingurin kunnu ftnna saman, er nógv vunnið. Málfrpðingurin heldur, at nógv er vunnið við heimligum yrkisorðum, nýggj- yrðum, tí málið fær á tann hátt stprri nýtslu- 0ki og fær st0rri m0guleika at fylgja við í menningini og taka ímóti nýggjum hugt0k- um. Men um verkfr0ðingurin skal vera n0gdur, mugu nógv nýggjyrði gerast fyri tey grundleggjandi hugtpkini. Og radioamat0r- amir spyrja, hví fproyingar ikki taka við altjóðaorðum eins og danir og sviar gera, men staðfesta samstundis, at tað kunnu vera forðingar fyri hesum í fproyskum, tí bygn- aðurin í fproyskum er so fomur t.d. í bending og framburði samanborið við danskt, sum hevur ein einfaldari bygnað, soleiðis at danskt er betri f0rt fyri at taka við tí fremmanda orðatilfarinum, t.e. at danir em betur f0rir fyri at fáa hesi orð upptikin og fáa tey innlimað sum part av donskum. Men so er ikki í fproyskum og íslendskum. Tað ger munin, halda radioamatorarnir. Teirra niðurstpða er, at nýggjyrðini eru betri enn altjóðaorðini, tí hesi orð eru so fremm- and fyri tí fproyska málbygnaðinum, og teir halda, at tpkuorðini spilla málið, um tey verða tikin inn í málið uttan nakra tillaging til fproyskt. Radioamat0ramir mæla í fyrra lagi til beinleiðis týðingar av tpkuorðinum. Um tað ikki gerst, eiga vit taka eitt annað orð við n0kulunda sama innihaldi við eini neyvari áseting av tí nýggju merkingini sum yrkisorði. Teir halda, at nýgerðir er tann besta meginreglan, men vísa samstundis á, at nakrar treytir mugu verða loknar, til tess at 47

x

Málfregnir

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Málfregnir
https://timarit.is/publication/1146

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.