Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 7

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 7
DÚGVAN 7 sæð frá einum fráhaldssjónarmiði — og tað var jú ætlanin við lógini. Hvussu so við øllum grenjinum ímóti lógini, ið gongur sum ein reyður tráður gjøgnum greinina? Væl er tað so, at lógin um rúsdrekka kann hava síni brek og ikki er so full- komin, sum hon átti at verið, men lítaleyst er einki her í heimi og smátt er um tað, ið fullkomið er, Men betur er ill hurð fyri gátt enn eingin. Her hevði verið verri vorðið, um ikki henda illa huið var. — Vit kunnu ikki fata grein- skrivarans høvuðsatfinningar øðrvísi, enn at hann vil hava lógina burturbeinda, og harvið vera við til at fáa í lag eitt stórt afturstig. (Samanber hansara egnu orð.) Sjálvandi hevur ein og hvør rætt til at siga sína áskoðan í einum demokratiskum landi. Tó skal ein vera varin við at koma alment fram við hugsjónum, sum í roynd hava prógvað sínar ódygdir. Sjúrður Jógvanson, skald, visti hvat hann gjørdi, tá ið hann yrkti sangin: „Tað stóð eitt hús í grønu líð;‘. Um øll tey føroysku húsini, ið høvdu somu lagnu sum tað húsið, stóðu í „grønu líð“, so er tíverri fryktandi fyri, at „grøna líð“ hevði verið ein av stórbygdunum í Føroyum, og tað er væl ein ivaspurningur, um Aldugreinaskrivarin fegin vildi verið bygdamaður har. Greinskrivarin nevnir so, „at ein øðilig rúgva verður inn- flutt“, og at tað næstan bert eru unglingar ið drekka tað, — tíverri er tað so. Best var um einki varð drukkið. Síðani gremur hann seg um allar teir trupulleikar, ið — sum beint er — eru gjørdir fyri at fáa fatur á rúsdrekka. Um nú greinskrivarin hugsar seg eitt sindur um, so má hann kunna fata, at tá ið ein so „øðilig“ rúgva verður inn- flutt undir øllum teimum trupulleikunum, sum nú eru, hvussu nógv hevði so ikki verið innflutt, um trupulleikarnir vórðu burturbeindir ? Síðani metur hann saman „forboðið“ í Føroyum og Amerika (skal væl vera U. S. A.). Her má hann tó minnast til, at í U. S. A. var „totalt forboð“ — fullfíggjað bann —,

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.