Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 1

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 1
$&VAj\r TÍÐARRIT FYRI FRÁHALD OG MENTAN NR. 1. MA RS 1941 1. ARG. »JL) U (jr Vx\I\C< hevur verið boðberari fyri fráhalds- rørsluna í Føroyum í skiftandi tíðum, síðani fráhaldsrørslan fekk fast fótafesti her á landi. „Dúgvan" hevur altíð dugnað Føroyum, fráhaldsrørsluni og okkara lítla samfelag, alt tað hon hevur verið ment at flogið. — Men so hava viðhvørt komið tíðir, longri og stytri, tá ið „Dúgvan" ikki hevur verið ment at farið á flog — og fráhaldsrørslan í Føroyum mátti verða sín boðberara fyriuttan. Men fráhaldshugað fólk hava kent ein sáran sakn, tá ið eingin „Dúgva" fleyg. Mótstøðu- fólk haraftur ímóti hava tá kunnað hugsað, at eisini fráhalds- rørslan mundi fara at missa flogið, men beint sum tílík hugsan var um at festa røtur, so hevur „Dúgvan" brest sínar veingir, lætt sær á og flogið av stað aftur við boðum um fráhaldsstarvið í Føroyum. „Dúgvan" hevur ikki altíð havt tað so rúmsátt — fíggjar- viðurskiftini hava ikki altíð verið góð — tí hevur hon ikki altíð kunna flogið. „Dúgvan" flýgur nú aftur av nýggjum, í nýggjum búnað — sum tíðarrit — men í somu ørindum: Sum boðberari fyri fráhaldsstarvið í Føroyum. Fráhaldshugað fólk eiga at fegnast yvir hennara flog og dugna henni sum hon hevur dugnað fráhaldsrørsluni. Felagsnevndin fyri føroysk Fráhaldsfeløg, Føroya kreðslosja og „Mál og Mentan" hava játtað figgjar- ligan stuðul. Og so flýgur „Dúgvan". Lat tað verða til gagn fyri fólk og fosturland, fyri heimini og tey smáu.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.