Dúgvan - 01.03.1941, Page 1

Dúgvan - 01.03.1941, Page 1
TÍØARRIT FYRI FRÁHALD OG MENTAN NR. 1. M A R S 194 1 1. ÁRG. »DUGVAN « hevur verið boðberari fyri fráhalds- rørsluna í Føroyum í skiftandi tíðum, síðani fráhaldsrørslan fekk fast fótafesti her á landi. „Dúgvan“ hevur altíð dugnað Føroyum, fráhaldsrørsluni og okkara lítla samfelag, alt tað hon hevur verið ment at flogið. — Men so hava viðhvørt komið tíðir, longri og stytri, tá ið „Dúgvan“ ikki hevur verið ment at farið á flog — og fráhaldsrørslan í Føroyum mátti verða sín boðberara fyriuttan. Men fráhaldshugað fólk hava kent ein sáran sakn, tá ið eingin „Dúgva“ fleyg. Mótstøðu- fólk haraftur ímóti hava tá kunnað hugsað, at eisini fráhalds- rørslan mundi fara at missa flogið, men beint sum tílík hugsan var um at festa røtur, so hevur „Dúgvan“ brest sínar veingir, lætt sær á og flogið av stað aftur við boðum um fráhaldsstarvið í Føroyum. „Dúgvan“ hevur ikki altíð havt tað so rúmsátt — fíggjar- viðurskiftini hava ikki altíð verið góð — tí hevur hon ikki altíð kunna flogið. „Dúgvan“ flýgur nú aftur av nýggjum, í nýggjum búnað — sum tíðarrit — men í somu ørinđum: Sum boðberari fyri fráhaldsstarvið í Føroyum. Fráhaldshugað fólk eiga at fegnast yvir hennara flog og dugna henni sum hon hevur dugnað fráhaldsrørsluni. Felagsnevndin fyri føroysk Fráhaldsfeløg, Føroya kreðslosja og „Mál og Mentan“ hava játtað figgjar- ligan stuðul. Og so flýgur „Dúgvan“. Lat tað verða til gagn fyri fólk og fosturland, fyri heimini og tey smáu.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.