Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 1
TÍØARRIT FYRI FRÁHALD OG MENTAN
NR. 1.
M A R S 194 1
1. ÁRG.
»DUGVAN « hevur verið boðberari fyri fráhalds-
rørsluna í Føroyum í skiftandi tíðum, síðani fráhaldsrørslan
fekk fast fótafesti her á landi. „Dúgvan“ hevur altíð dugnað
Føroyum, fráhaldsrørsluni og okkara lítla samfelag, alt tað
hon hevur verið ment at flogið. — Men so hava viðhvørt
komið tíðir, longri og stytri, tá ið „Dúgvan“ ikki hevur verið
ment at farið á flog — og fráhaldsrørslan í Føroyum mátti
verða sín boðberara fyriuttan. Men fráhaldshugað fólk hava
kent ein sáran sakn, tá ið eingin „Dúgva“ fleyg. Mótstøðu-
fólk haraftur ímóti hava tá kunnað hugsað, at eisini fráhalds-
rørslan mundi fara at missa flogið, men beint sum tílík
hugsan var um at festa røtur, so hevur „Dúgvan“ brest sínar
veingir, lætt sær á og flogið av stað aftur við boðum um
fráhaldsstarvið í Føroyum.
„Dúgvan“ hevur ikki altíð havt tað so rúmsátt — fíggjar-
viðurskiftini hava ikki altíð verið góð — tí hevur hon ikki
altíð kunna flogið.
„Dúgvan“ flýgur nú aftur av nýggjum, í nýggjum búnað
— sum tíðarrit — men í somu ørinđum: Sum boðberari fyri
fráhaldsstarvið í Føroyum. Fráhaldshugað fólk eiga at fegnast
yvir hennara flog og dugna henni sum hon hevur dugnað
fráhaldsrørsluni. Felagsnevndin fyri føroysk Fráhaldsfeløg,
Føroya kreðslosja og „Mál og Mentan“ hava játtað figgjar-
ligan stuðul. Og so flýgur „Dúgvan“. Lat tað verða til gagn
fyri fólk og fosturland, fyri heimini og tey smáu.