Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 9

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 9
DÚGVAN 41 drekkanura. Tað kann síggja so tiltalandi út fyri ungdómin at smakka sær á eins og teir elđru; men so kemur hetta aftaná við øllum sínum ringu fylgjum, ofta fylgjum, hann sum edrúur skal bøta fyri. Mong ein gerðin sum onga vend fær, er gjørd í fyllskapi, og mangt eitt tár verður grátið aftaná. Fyri at minnka um hesar vandar og gera tað tvørligari (serliga fyri ungđóm) at fáa fatur á rúsdrekka er rúsđrekka- lógin gjørd. Hon er fráhaldsmanna verk og eitt lið í frá- halđsarbeiðinum. Hetta hava vit lyndi til at gloyma, og ti er nógv so galið, sum tað er. Lógin' er smíðað og broytt og aftur umbroytt eftir frá- haldsmanna ynski so langt sum nú hevur borið til fyri mót- støðuni. Síðan hava vit fráhaldsfólk gjarna sett okkum hendur f favn og latið lóg verið lóg uttan tanka fyri, at mótstøðan arbeiðir framvegis. Av hesum okkara egnu ávum verður lógin soleiðis spilt, og hon verður ikki tann signing hon av fyrstan tíð var ætlað. Tó vit umbera okkum: Ungdómurin drekkur so illa, tað verður so illa smuglað, politiið ger einki, og so hetta ólukku- liga sprittið! Lat okkum fáa strangari lógir! Soleiðis ljóðar. Men hvar er svullurin? Sannleikin er ofta illa lýddur. Sakin er tann, at tá ið lógin er liðug, halda vit okkum vera komin á mál og gevast; men tá fyrstani eiga vit reiðu- liga at byrja av øllum alvi at arbeiða fyri haldan liennar, tí við lógarviðtøkuni fær mótstøðan nýtt virkismál, tó tað skulu vit taka læru av og nýta í okkara tænastu. Mótstøðan sparir einki, hvørki at dálka okkum ella at ganga uttan um lógina. Men vit skulu vera vakin, og tá ið lion gongur ov vítt, eiga vit fráhaldsfólk at vera har við lógarinnar langa armi og seta viðkomandi á pláss. Tað vil fremja lógina, og lógarinnar andi vil verða ráðandi, tí fjøldin av Føroya fólki er samd um, at rúsdrekkanýtslan eigur at vera so lítil, sum hon kann fáast, og allarbest, um slættis eingin nýtsla var. Tað kundi verið vert í „Dúgvuni“ at kanna eftir hvørjar

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.