Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 13

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 13
DÚGVAN 45 óheppin, at tær høvdu tað ið hann spurdi um, ja, so tók hann dýran til, og segði at tað bæði var ringt og dýrt — og so mátti tað bíða til hann var í Aberđeen, tí har var alt bíligt og gott. Men hann var jú sendur í lanđ, og tað hendi ikki á hvørjum sinni, tí oftast var tað so, at hann mátti tryglað um at sleppa eini ørinđi niðan í býin, og hann av- gjørdi tí við seg sjálvan, at hann skulđi geva sær góðar stundir. At enđanum leitaði hann sær inn í eina kaffistovu, og tá ið tað var tíðliga á degi var tað einki at siga til at hann ikki var so ógviliga nógv uppstásaður. Tað bilaði helđur ikki. Tá ið hann var inn komin bað hann um at fáa kaffi, og ein smílanđi ung genta borðreiđđi fyri honum. Hann prátaði við hana, tí hon var bæði blídligari og snotu- ligari enn tær ið vanliga borðreiddu fyri honum í inarknað- arbýnum. „Hvussu nógv er fram nú?“ spurdi hann gentuna, tá ið hann hevði sitið eina fitta løtu. „Klokkan er fariu um 1,“ svaraði hon. „Smátt gongur,“ suffaði kokkurin heldur tungliga. „Hví siga tygum soleiðis?“ spurdi gentan. „Jú, skal eg siga tær,“ svaraði hann, „vit fingu siglingar- boð í gjár, men tað bar so á, at tveir manns, ið fóru heim einar tveir dagar, eru ikki afturkomnir enn — og nú er hin Gamli á rokinum. Eg vóni at teir koma við strandferða- skipinum í dag, ella er tramin leysur, tí skiparin ætlar at biða sær annað fólk.“ Hon spurdi so hvørjum skipi hann var við, og tað vísti seg at annar maðurin, ið ikki var afturkomin, var bróður hennara, sum var maskinmaður umborð á skipinum. „Men teir koma báðir klokkan trý, tað segði móður, tá ið eg tosaði við hana í morgun!“ segði gentan. „Bara tað ikki verður ov seint,“ suffaði kokkurin. „Og nei, einki verður tað ov seint,“ meinti gentan. „Nú vera tygum bara her til strandferðaskipið kemur — eg skal fáa onkran at ansa eftir tí — og so fara tygum oman at

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.