Dúgvan - 01.06.1941, Side 7

Dúgvan - 01.06.1941, Side 7
DÚGVAN 39 sín æviga song við stronđini. Mánin, ið kom unđan skýtáminum lýsti niður á foldina og skygdi á tinnuna so hon glitraði. Men við bakkan stóð maðurin. Hann ansaði ongum. Tá kendi hann knappliga at ein hond streyk eftir hatt- leysa høvur hansara, og varliga streyk hon, sum vildi hon ikki órógva hann. Hann hvakk við eitt sinđur, men var bert standanđi. So tóku hendurnar um høvur hansara, og tvær mjúkar varrar trýsti seg móti kinnanum. Tá lætti hann høvdið. Og tað var hon, ið stóð har. Hann visti tað, áðrenn hann hugdi, men fekk seg illa til at trúgva tí. Tey hugdu hvørt upp á annað. So læt í henni: „Kg kom her tvørtur við, og so mátti eg hava at vita, um tinnan stóð her enn.“ So hevði hon ikki gloymt tinnuna. Hann undraðist. „Ja,“ segði hann, „við tinnuni er einki broytt, hon stendur lier við sama lag.“ So vóru tey aftur tigandi eina løtu men so segði hon: „Tú, skal tað ikki verða við okkum sum við tinnuni?“ Hann skilti ikki reiðuliga hvat hon meinti, so tók hon uppaftur: „Tú veitst. Sum tinnan, óbroytt, við sama lag sum áður.“ Nú skilti hann, hvat hon meinti — og hann brosaði á fyrsta sinni í langar tíðir. „Tú trýrt mær kanska ikki,“ segði hon, „men minnist tú ikki hvat ið tú segði seinastu ferð vit hittust her: Um vit nakrantíð missa hvørt annað, so vilja vit minnast hvørt annað her á hesum stað. Soleiðis segði tú. Vit hava mist hvørt annað burtur — og nú leiti eg aftur har tinnan er.“ „Eg trúgvi tær,“ segði hann, og tók um hana. Nú tóktist tinnan honum sum eitt lýsandi eyga, eins og í farn- um døgum. Og tá ið mánin kom undan skýnum og skein niður á tey, tá glitraði tinnan sum ongantíð áður. Og havið sang sín æviga song við strondina sum tað hevur gjørt í túsund ár.

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.