Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 17

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 17
DÚGVAN 49 vóru settar og so gekk leiðin á marknaðin við motori og seglum í strúkandi b^mði. í endanum á øðrum samdøgurið sigldi hin tvímastraða inn uin hin seinasta tangan inn til stórbýin, á marknaðin. Tá ið komið var inn um teir ytstu bryggjusporðarnar vóru nógv skip at síggja, og tey vóru stór eisini. ITetta lítla tví- mastraða føroyska skipið, ið kom flagganđi, inn varð lagt við bryggjuna, har inni ið tey smáu skipini vanliga lógu. Marknaðurin var góður og livandi. Skjótt høvdu teir fingið selt allan fiskin og avbera góðan fingu teir prísin. So var eftir at fáa tað umborð sum teir skuldu hava í førningi heimaftur við sær, og tað vóru teir ikki leingi um. Nøkur smáørindi høvdu teir allir niðan í býin, summir at hitta kunningar og aðrir at keypa sær okkurt, ið teir trongdu til, og onkur hugsaði eisini um tey ið heima sótu, og vilđi keypa teimum okkurt í tinganest. Allir keyptu teir eitt sindur til sín sjálvs, uttan kokkurin. Hann keypti klædnatoy til frakka og kjóla, eitt armbandsur og ein vakran armring og ymiskt annað, ið hann ætlaði henni, ið hann undir so løgnum viðurskiftum var komin at kenna og at liaida av. Hann hugsaði einki um seg sjálvan, tað gjørdi hann ongantíð, soleiðis var hann vorðin. Tá ið teir kastaðu leyst, fyri at fara heimaftur til Før- oyar, vóru allir í góðum lagi. Summir høvdu kanska eitt sindur í høvđinum, men kokkurin var púra ldárur. Hann hevði altíð gjørt lítið av tí váta slagnum, men hesa ferð hevði hann ikki nomið tað. So fór motorurin aftur í gongd og skipið steig spaku- liga út frá. Spakuliga sigldi tað fram við bryggjurnar og ikki fyrr enn teir vóru komnir heilt út um, góvu teir motor- inum sína fullu ferð. Hann lotaði út av landi, og so høvdu teir seglini á og hon sigldi lættari og skjótari. Á teirri fyrstu kvøldvaktini sóu teir eina trýmastraða, ið sigldi ímóti teimum, omanvert í gulborð. Allir komu upp á dekkið fyri at vita hvørt skipið var. Tá ið hin trýmastraða var komin teimum so nær, at teir kendu hana, hugdu teir

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.