Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 14

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 14
46 DÚGVAN taka ímóti teimum, og hjálpa teimum at bera, um teir skuldu havt nakað í viðføri. Hava tygum etið døgurða?“ „Nei, hann stendur úti á,“ svaraði kokkurin. „So eta tygum bara døgurða her, tað eru einastu ráð,“ segði gentan. „Mer ’g eri kokkur, eg má ansa eftir døgurðanum hjá teimum, „g má fara umborð aftur,“ vildi ltokkurin vera við. „Søgdu tygum ikki, at skiparin var á rokinum?“ spurdi gentan. „Jú, so er,“ svaraði kokkurin, „men, men, — —“ „Nú einki „men“. Nú eta tygum døgurða her, og tá ið so strandferðaskipið kemur fara vit bæði oman, at taka ímóti teimum!“ segði hon við sínum blíða smíli. Hetta hjálpti. Kokkurin fekk uppí aftur, fekk nøkur bløð at hyggja í og settist tolin at bíða. Umborð sótu teir tríggir, ið eftir vóru á skipinum, niðri í lugarinum og bíðaðu eitt langt og tvey breið eftir kokkinum, ið skuldi koma at bakka upp. Bestamaðurin hugđi niðui í grýturnar, ið stóðu úti á og kókaðu. Jú, hetta var mangar- ferðir kókað, og súpanin var vorðin nóg so tjúkk. í salt- kjøtsgrýtuni vóru eplini farin at kóka. sundur, so tað hastaði at taka grýturnar út av. Hann fór so sjálvur at bakka upp, tá ið kokkurin gjørdist heldur drúgvur. Kjøtið var minnkað væl í grýtuni, ið hevði staðið og spruttkókað síðani kokkurin var farin ørindi fyri skiparan niðan til reiðarans. Og eplini hingu so dánt saman niðri í grýtuni, men tá ið hann tók soðspónin inn undir tey, tá hoyknaðu tey sundur. Og tá ið bakkin kom á borðið líktist døgurðin mest kjøtslintrum í eplagreyti. Teir ótu við góðan hug, og lótu sum einki. Men tá ið súpanin skuldi oysast upp, helt skiparin at hetta var fyrsta ferðin ið hann hevði fingið súpan ið mátti skerast við knívi, so tjúkk var hon, nú hon hevði staðið eina løtu á đúrkinum. Tað var soleiðis lítið gjørt av súpimatinum, tí teir vóru ikki vanir við slíkan kost, tá ið kokkurin var sjáldsama góður. Meðan teir umborð stríðast við at fáa døgurðan niður,

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.