Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 29

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 29
DÚGVAN 61 2. Hvítusunnudag fyrireikaði „BLáa Kross“ almennan fólka- fund á Varmakeldueiði. Roðarar vóru A. Sainuelsen, sýslumaður, Fuglafirði, Alfr. Petersen, trúboðari, Klakksvík og Jens Chr. Olsen, logtingsmaður, á Toftum. * Ungmannastevnan verður hildin í Sundalagnum við Norð- skála, suniuidagin 13. juni, og um veðurlagið skuldi verið ólagaligt verður stevnan hildin sunnudagin eftir, Ungmannastevnurnar hjá N. I. O. G. T. hava altíð verið væleydnaðar, og eingin hevur nakrar grundir at ivast í, at henda fráhalds-ungmannastevna, sum í Sunda- lagnum verður hildin, kemur at standa mát við hinar ungmanna- stevnurnar, ið hin foroyski good-templara ungdómurin hevur fyri- reikað. A fundinum verða roðarar ymsastaðni frá, og tað verða menn úr sjálvum ungmannastarvinum. Sunđalagið er av ymiskum grundum ikki fyrr komið á skránna, tá ið avgerð er fallin um summarsins ungmannastevnu. Tí eru mong fegin um samtyktina, ið gjord var í Sandavági 10. november í fjor, um, at ungmannastevnan í 1941 skuldi verða hilđin í Sundalagnum. Til at fyrireika hesa fráhalds-ungmannastevnu hava samráðingar verið millum felagar í Sundalagnum og fyristoðumannin fyri ung- mannastarvið undir N. I. O. G. T., M. S. Viðstein, ið nýliga hevur verið í Sundalagnum í hesum orindum. Siður er á hesum ungmannastevnum, at tað aftaná fundin verður hildin ein skemtulig samkoma. Nú er tað soleiðis, at tað krevur stóra húsarúmd, at hava tílíka skemtuliga samkomu inni. Og har í Sundalagnum er ikki nakað hóskandi hús til hetta endamál. Men við tí vanliga beinasemi, ið eyðkennur hin fóroyska good- templara ungdómin, er tað eydnast at fá tey ið leika hava „Sjógarp- arnar“, at framfora henda skemtuliga sjómannsjónleik úti undir víðum lofti. Tað verður soleiðis atstóður, hjá øllum ið koma til Norðskálar, har fráhalds-ungmannastevnan verður hildin, at síggja lienda sjónleik ið andar av sakleysum kæti. Loysunnarorðið er: í Sundalagið til fráhalds-ungmannqstevnul * Fráhaldsfeløg og losjur, ið hava tiðindir av almennum áhuga, verða biðin um at hava „Dúgvuna“ í huga og senda tíðindi til ritstjórans.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.