Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 18

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 18
50 DÚGVAN uppá hvønn annan og smíltust, tí hetta var hin sama trý- mastraða, ið var fyrst at loysa frá bryggjuni í Føroyum. Hin tvímastraða var ikki bert fyrst á marknaðin, men eisini fyrst á veg heimaftur til Føroyar — og hina snotuligu gentuna hjá kokkinum. í sainbamli við hlna greinuna, ið stóð í „Alduni“ nakað herfyri, hvar greinskrivarin gremur seg um allar teir trupulleikar, ið eru fyri at kunna fáa fatur á rúsdrekka og leingist og suffar eftir at alt skal blíva sum tað var áðrenn 1907, vilja vit loyva okkum at bera hesi talandi tøl fram: 506.742 litrar av ymiskum rúsdrekkaløgi vórðu inn- fluttar til Føroyar í 1907, sum var seinasta árið, áðrenn lógin um rúsdrekka var sett í gilđi. í 1925 var talið komið niður í 70.566 litrar, ella bert ein slakur sjeyndapartur av mongdini í 1907. Fyri at fáa eitt beint yvirlit yvir støðuna, má ein minnast til, at fólkatalið í tíðarskeiðinum 1907—25 vaks um ein triðing, so inunurin er enn størri enn tølini siga.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.