Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 31

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 31
DÚGVAN 63 Tá, ið hann f^'ri tveimum árum síðani hevði verið limur í „Stot Viljen“ í 85 ár, varð hann heiðraður av losjuni á fundi, og fekk heiðurskjalið fyri trúgvan felagskap. — Thomas Askham er ein av teim góðu gomlu limunum, ið dámar væl at vera í veitslulag saman við goođ-templara ungdóminum, og er hugtikin í ungmannastarvinum. * Ein lítil summarútferð. N. I. O. G T-Ungmannadeildin í Havn er von um sumrarnar at fyrireika smáar útferðir fyri limur- nar. I summar hevur tað vegna ólagaligt veður, ikki borið so væl til við hesum útferðum, og hevur tí bert ein verið gjórd enn. Tað er frá hesi útferðini, ið var til Kaldbaks, at vit skulu greiða eitt sindur frá. Útferðin var ætlað at vera sunnudagin fyri Hvítusunnu, men vegna ólagaligt veður henda dagin, varð hon skotin út til sunnu- dagin aftaná Hvítusunnu. Farið skuldi vera klokkan hálvguin 10, og tey ið ætlaðu sær við hittust í losjuhúsinum, Yeðrið kundi veri betri, og tí komu helđur ikki so nógv við. Avgjort var so, at farast skuldi um enn vit vóru fá. Vit fóru so 611 í ein bát — og hildu leiðina til Kaldbaks. Tað var heldur váttligt um Hólma og niðan um Hvítanes, av tí, at hann var lágur í ættini og sjógvurin tí var heldur óslættur. Vindurin var somikið nógvur, at vit ikki torgaðu at vinda storm- flaggið á stong fyrr enn vit nærkaðust Kaldbak. 011 vóru vit meira og minni unđirroykt av sjóroki, men hóast tað vóru bæði gentur og dreingir í góðum lag. Aftaná at hava steðga stutta stund í sjálvari bygdini hildu vit leiðina niðan á vótnini, ið liggja ein góðan hálvan tíma gongd frá bygdini. Sólskin hóvdu vit lítið av, men veðrið var lýtt. Vit gingu fram við Stóravatn, ið við sínurn nógvu hólmuin og víkum er eitt liitt vakrasta vatni í Fóroyum. Haðani hildu vit so niðan á Dalin, liar likkurnar gorraðu og fransaternurnar sýntist so spinnandi óðar, tí vit hðvdu vágað okkum at koma niðan har tær hildu til. Men vit komu væl útav tí við fuglarnar, tí vit hugdu bert at reiðrum teirra, og lótu tey vera í friði. Tá ið vit hðvdu sæð so mikið sum stundir vóru til, vendu vit omanaftur i bygđina, og aftan á stuttan steðg, var so farið aftur til Havnar. Fyr* laetta um bátin, settu vit meginpartin av útferðar- felðgunum upp í Kallanesi, haðani tey so gingu til Havnar. Nókur fá fóru so omanum við bátinum. Vit vóru óll aftur i Havn um 7- tíðina. Hóast sjórok og ikki eiðasórt av vátum klæðum, vóru óll væl fornoydd við ferðina. Ferðafuglar.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.