Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 109

Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 109
Hugskot um hvítravnin 115 Hjá flestu fuglaslogum okkara, tó helst hjá sjófugli, er ljóslitan, meira ella minni framfarin albinisma, at finna. Henda ljóslitan er ymisk, stundum bert við einstakum og stundum við flokkstóddum ljósum fjaðrum, helst kropps- fjaðrum. Tá óblandað mislitan fer fram, verða tær litaðu deildirnar á kroppinum helst móreyðar,soleiðis at tað, ið dimt eigur at vera, t. d. á lunđa, lomviga og tjaldri, verður móreytt, meðan skarvur og slíkir fuglar, ið eru javnlittir dimmir, verða móreyðir um allan kroppin. Hesi fyri fuglin óvanligu litakykn í holdinum ávirka eisini nev og fótur hjá fugli við dimmum nevi, meðan hin samsvarandi reyði liturin hjá lunda, tjaldri og óðrum verður óbroyttur. Hesar litareglur eru eisini galdandi hjá reint hvítlitaðum fugli, fugli, sum fattast litakykn í holdinum. Ein slík mislitan kemur av og á upp í fuglameinginum, og tykist sum skara einkult ár ella áraskeið framúr við mislitan, meðan aftur langt áramál kann fara, og eingin mislitan er at finna. Ein slík mislitan spyrst bert hjá tí ein- staka fuglinum, og kemur eina einkulta ferð sum eitt ser- skilt undantak í annað lið, men fellur so aftur í mongdina. Tað er tí nakað av eini gátu, at ravnaætt okkara framúr óllum teimum ravnaættum, kendar eru um heimin, hevur verið ment at stimbra og blóðfesta hetta hvítlitaða ættar- bregði og goymt tað sum ein stóðugan veruleika, til manna- hondin óskoytin legði hetta fyri Fóroyar serstaka ravnaslag afturá. Eftirsum rithóvundar hava frammi, og eldri menn, sum hóvdu sæð og skotið hvítravn, sógdu frá, var hetta ravna- slag ongantíð móreytt ella reint hv'ítlitað. Einstakir, sum bera fram sógu um fugl okkara, siga seg hava hoyrt, at hvítir ravnar vóru at finna í Fóroyum, men tá saman um kemur, hevur eingin av teimum verið fórur fyri fult at prógva hesa frásógn, og gamla navnið hvítravnsins »Gorpur bringuhvíti« letur onga misskilji.ng í hesum spurningi. Fyrsta sinni, vit finna hetta navnið, er í Fuglakvæðnum eldra, sum fugla- og sógukónir menn meta at vera yrkt
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.