Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 109
Hugskot um hvítravnin
115
Hjá flestu fuglaslogum okkara, tó helst hjá sjófugli,
er ljóslitan, meira ella minni framfarin albinisma, at finna.
Henda ljóslitan er ymisk, stundum bert við einstakum og
stundum við flokkstóddum ljósum fjaðrum, helst kropps-
fjaðrum. Tá óblandað mislitan fer fram, verða tær litaðu
deildirnar á kroppinum helst móreyðar,soleiðis at tað, ið
dimt eigur at vera, t. d. á lunđa, lomviga og tjaldri, verður
móreytt, meðan skarvur og slíkir fuglar, ið eru javnlittir
dimmir, verða móreyðir um allan kroppin. Hesi fyri fuglin
óvanligu litakykn í holdinum ávirka eisini nev og fótur
hjá fugli við dimmum nevi, meðan hin samsvarandi reyði
liturin hjá lunda, tjaldri og óðrum verður óbroyttur. Hesar
litareglur eru eisini galdandi hjá reint hvítlitaðum fugli,
fugli, sum fattast litakykn í holdinum.
Ein slík mislitan kemur av og á upp í fuglameinginum,
og tykist sum skara einkult ár ella áraskeið framúr við
mislitan, meðan aftur langt áramál kann fara, og eingin
mislitan er at finna. Ein slík mislitan spyrst bert hjá tí ein-
staka fuglinum, og kemur eina einkulta ferð sum eitt ser-
skilt undantak í annað lið, men fellur so aftur í mongdina.
Tað er tí nakað av eini gátu, at ravnaætt okkara framúr
óllum teimum ravnaættum, kendar eru um heimin, hevur
verið ment at stimbra og blóðfesta hetta hvítlitaða ættar-
bregði og goymt tað sum ein stóðugan veruleika, til manna-
hondin óskoytin legði hetta fyri Fóroyar serstaka ravnaslag
afturá.
Eftirsum rithóvundar hava frammi, og eldri menn, sum
hóvdu sæð og skotið hvítravn, sógdu frá, var hetta ravna-
slag ongantíð móreytt ella reint hv'ítlitað. Einstakir, sum
bera fram sógu um fugl okkara, siga seg hava hoyrt, at
hvítir ravnar vóru at finna í Fóroyum, men tá saman um
kemur, hevur eingin av teimum verið fórur fyri fult at
prógva hesa frásógn, og gamla navnið hvítravnsins »Gorpur
bringuhvíti« letur onga misskilji.ng í hesum spurningi.
Fyrsta sinni, vit finna hetta navnið, er í Fuglakvæðnum
eldra, sum fugla- og sógukónir menn meta at vera yrkt