Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 113
Hugskot um hvítravnin
119
um jarðabrúk, útróður og fuglaveiðu, og, ikki svitaðist, tá
tosið var um fugl, at ravnur var frammi havdur, og ofta
endaði tosið á hvítravninum. Fyri tann, ið mintist hvítravnin,
tóktist myndin av hesum merkiliga og longu tá sjáldsama
fugli at ákalla kenslur uttan fyri tað vanliga, ja, sum var
nakað frá farnu forfedrum okkara vitjað aftur í heimin.
Erpnir vóru teir gomlu, tá teir kundu siga frá, at teir
hovdu veitt hvítravn, og snotisliga logdu teir orðini, tá teir
sógdu frá einari slíkari tilgongu, ið gav manninum ein ans,
ið ikki var hvorjum manni fyri.
Her í Nólsoy vistu menn at siga um tveir hvítravnar, sum
átt hóvdu her nærhendis, annar í Flognum millum Borðá og
Kirkjubónes og annar á Farsælagjógv yvir Svóðini yvir
sunnara parti á Nólsoyar urð. Hesin hvítravnurin var mak-
aður við einum svórtum, sum var eyðkendur við navninum
»Ravnurin við tí stóra nevinum.« Nðkur ár fingu teir ungar,
tó eingin visti at siga frá óðrum, enn at teir bert fingu svart-
ar ungar. At hetta ravnaparið í mong ár fekk náðir at bú-
leikast yvir teimum bestu fleygasessum á Urðini, komst av,
at hvítravnurin longu tá var vorðin sjáldsamur, og Nóls-
oyingar tí aftraðu seg við at oyða hann. Eina nátt í fleyga-
tíð hevði tó ein serliga hugaður byrsumaður verið á Urðini,
har hann hevði laðað sær eitt stilli, og skotið háðar teir
gomlu ravnarnar. Hvítravnin fekk hann fatur á, og var sagt,
at sýslumaður Múller í Havn gav honum tveir dálar fyri
hann, meðan makin, ravnurin við tí stóra nevinum, fór
undir Urðina og ikki spurdist aftur. Stillið, har hin síðsti
hvítravnurin varð skotin, stendur óbroytt til henda dag og
verður rópt antin Ravnastillið heiman fyri Klett, ella Jóusar-
hol.
Hvítravnurin í Flognum hevur búleikast har um mund-
ið 1860. At byrja við segðist hesin ravnurin at vera paraður
við einum, ið einki vel hevði. Hin velaleysi varð ofta um-
talaður í Nólsoy, av tí at hann nógv ferðaðist har fram við,
og var hann nærum við at hefta pátrúgv at sær sum skot-
fríur, og soleiðis kundi hann unna sær at halda byrsumenn-