Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 8

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 8
14 Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn ikki annað at vænta, enn at havnin, haðani fjøldin leitaði til kendan Tórshalgidóm, kom at eita Tórshavn. At plássið seinni kom at vera ein miðdepil í landinum — ting= og handilsstaður — var sjálvandi tí at tað lá so væl fyri. Eftir míni hugsan, sum eg í fáum orðum havi roynt at greiða frá, minna hesi trý viðgjørdu nøvnini á týdningar» miklan part av Føroya søgu, har aðrar keldur einki hava. Ein miðstøðuhalgidómur, vígdur — ið hvussu er í fyrstu atløgu — Tóri, hevur so statt verið í útsynningshorninum á Streymoynni. Ferðasambandið hagar hevur verið stórur stuðul fyri at Tóvshavn hevur ment seg og hevur sermerkt sjálvt navnið. "Vebólstaðr mátti víkja fyri Kirkjubø, men Tórshavn lá líka høgliga fyri miðstøðu kristninnar og hevur ment seg meir og meir.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.