Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 31
Føroyski leypurin
37
botnsstuðul = botnshaki (No.)-
fetil m. (s; fetlar), sí mynd 8 b og d.
fetlaband, sí mynd 8 b og d.
3. hol n. (s; hol) í stuðulin fyri oyra á rim og tappi á
botnshaka.
kjaftrim = ovasta rim.
knabbi m. (a; ar) = knarvi.
knappur m. (s; ar) = knarvi.
knarvi m. (a; ar) á rossleypi; træpetti í endanum á
bandinum at seta tvørturum í millumrúmið millum
niðastu rimarnar, til at halda botninum uppi, staðin
fyri at binda sum á mynd 4b.
knarvsband [knasband] = band við knarva.
leypsstuðul = stuðul.
4. nagli m. (a; ar).
nit1 n. (s; nit) = botnshaki.
nit2 = oyra ella tappur (Su.).
5. oyra n. (a; u) á rim.
6. plógv n. (pl. plógv) inn í stuðulin fyri rim.
7. rim f. (ar; ar).
seil f. (ar; ir) el. seila f. (u; ur) = fetlaband (Gj.,
F., Ff.).
stuðlur m. (s; ar) = stuðul.
8. stuðul m. (s; stuðlar).
9. tappur m. (s; ar) á botnshaka.
teggja f. (u; ijr) = fetlaband (Su.).
teggj f. (ar; ar) = teggja.
Mátini á ymissu lutum leypsins.
Mátini á teim ymissu lutum leypsins eru ikki føst. Yvir*
høvur eru einstøku lutirnir á stórum leypum sjálvandi
størri enn á smáum; men ofta er tað, at t. d. stuðul ella
rim á einum leypi eru tjúkkari enn á einum øðrum, sum
størri er. Talva 1 vísir, hvussu ójøvn hesi mát kunnu vera.
Avgerandi fyri tey eru ymiss viðurskifti, sum t. d. hva*
leypurin skal verða nýttur til, hvat tilfar, ið til taks er