Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 38
44
Føroyski leypurin
tappunum. Tú sært eisini leypar, har botnshakarnir ikki eru
tappaðir í stuðlarnar, men negldir inn á teir innanvert
(mynd 5a), men tað verður hildið óvandaverk.
Er ætlanin at lata botnfjalirnar ganga ígjøgnum botns*
hakarnar, verða hol og plógv høgd í teir, og fjalirnar evn«
aðar til á sama hátt sum við stuðlum og rimum (mynd 3a).
Samansetingin.
Nú verður sett saman rimar og botnshakar í stuðlarnar,
og møguliga botnfjalir í botnshakarnar (mynd 3a). Síðan
verður árættað, tveir árættar inn í endan á hvørjum oyra,
og naglar settir í oyruni ein í hvørt. Missjavnt er, hvussu
nógvir naglar eru. Á 4írimaðum leypi sært tú leypar við
nagla ígjøgnum øll oyruni, men eisini við nagla bert í ov«
astu og tveimum niðastu rimunum (mynd 3b), ella bert í
ovastu og niðastu (mynd 5a). Á 5*rimaðum leypi er van«
ligt við nagla í øllum oyrunum (mynd 4a), t. e. á ovastu
rim, botnrim og mittastu rim, men eisini bert í ovastu rim
og botnrim.
Men vanligari enn at botnfjalirnar ganga ígjøgnum botns»
hakarnar er tað, at tær liggja oman á botnshakunum, ross«
leypurin undantikin, tí har ganga tær altíð ígjøgnum botns«
hakarnar við oyra (mynd 4 b). Endin á teimum gongur tá
annaðhvørt 1) undir botnshakarimarnar og røkkur út áraka
útsíðuna á rimini (mynd 4a), ella á stuðlinum (mynd
3 b og 5 a), ella 2) tær hava endan ímóti botnshakarimini
innan. Hesin botnurin, sum liggur omaná, er oftast tættur
(mótsett har fjalirnar ganga ígjøgnum botnshakarnar, tá er
hann ofta ótættur (mynd 3a)), og fjalirnar tríggjar.
Skorið verður burtur úr síðufjølunum fyri stuðlunum, so
at ytra síða á fjølini sleppur ímillum stuðlarnar og út ímóti
botnrimini, ið annaðhvørt gongur niður við henni til undir*
síðu hennara (mynd 4 a), ella bert niður áraka ovaru síðu
hennara.
Botnfjalirnar verða stundum heftar í botnshakarnar við
trænøglum; eisini verður, har botnfjalirnar ganga undir