Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 44
50
Føroyski leypurin
henkur (mynd 8). Innanvert í kjaftinum og lítlan cm upp
um tromina vóru negld smøl trø, sum saman við yvirsíðuni
á ovastu «rim» gjørdu eina felling, sum lokið fell í; tí tað
ráddi um, at vatn ikki slapp inn.
Høvuðsmátini á prestleypinum í Sandagerði (mynd 8):
1) Hæddin á sjálvum leypinum, uttan........... 56,0 cm
2) Hæddin á lokinum, uttan..................... 9,0 cm
3) Breiddin til síðurnar, uttan................ 44,0 cm
4) Breiddin aftur og fram, uttan................ 31,5 cm
5) Tjúktin á tilfarinum:
Síðurnar á sjálvum leypinum................... 1,4 cm
Síðurnar á lokinum............................ 1,1 cm
Hetta er einasti lokaleypur, høvundurin hevur havt høvi
til at mála upp.
Landleypur er høgur nakað sum vanligur leypur, men
smalur. Hann er ikki smíðaður sum leypur, men negldur
saman av fýra borðum, sum eru o. u. 9 tummar breið,
4—V2 tumma tjúkk og long sum hædd leypsins. Botn=
urin og lokið eru laggað í, lokið o. u. 2 tummar niðan fyri
tromina, og hol mitt í tí við tøppi í. Á summum er lokið
til at taka av, hann kann tá eisini verða nýttur til slógv
(G). — «Landleypur er tættur og tætt lok í erva, sum ikki
skal leka, Iangur og smalur.» (Gj.).
Fetilin. Leypurin verður borin á bakinum í fetli um ennið
(mynd 8 b). Fetilin er evnaður úr ymissum tilfari: hosus
leggaldi, einum hvørjum bundnum ella vovnum klæði, ella
í nýggjari tíð úr posalørifti ella segldúki. Bandið hevur
verið ullband, seinni snøri ella tílíkt. Tað eru nógvir ym<
iskir mátar at festa bandið uppá í fetilin og í leypin. Á
mynd 8b er bandið drigið í gjøgnum æs í fetlinum og
bregdað um. 1 leypin er tað fest um stuðulin undir ovastu
rim við lykkjuknúti inni í leypinum. Aðra festing í leypin
síggja vit á mynd 8d; har er bandið smoygt inn ímillum
ovastuí og næstovastu rim og niður yvir stuðulin. — Fet>=
ilin verður bundin í leypin hóskandi til longdar. Er hann