Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 59
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
65
Nr. 715.
Nr. 905.
Nr. 1153.
Nr. 1578.
Nr. 1796.
Nr. 2103.
Nr. 2137.
súluskeft. Úr ljósagráum tilfari; útsíðurnar púra slættar, á
innsíðunum far eftir meitlahøggum; botnurin flákúputur við
einum tømingarholi í miðjuni. Tromin bein og sløtt við felb
ing fyri loki.
Karið uttan, um tromina: 52,5 X 52,5 cm
Karið innan, um tromina: 48 X 48 cm
Karið uttan, um botnin: 48 X 46 cm
Tromin 2 cm tjúkk,1) við fellingini 4 cm, og tjúknar oman eftir.
Dýpið innan 27 cm.
Eitt búmerki skorið í eina síðuna, annars eingi prýði.
Hvalba, Su. s.: Funnin í eini húsagrund. Rennil.
Flatur undir niðan við hvassari røð, árundur omaná;
tvm. 3,9 cm, h. 2,0 cm.
Mikinesi, Vá. s. Handsnældurennil. Flatur undir niðan
og íflatur omaná; tvm. 3,2 cm, høgur 0,4 cm. Endurnýttur,
innkomin við snældu.
Tórshavn, St. s. Úr Hammershaimbsgarði á Høga Reyni:
Skírnarkar? Stórt ferhyrnt kar við slættum útsíðum og
meitlafarum innan; 77,5 cm 1., 53,5 cm br., 39 cm h. Botn*
urin er hjallaður í tveimum stigum, so hann niðast er
61 X 48 cm; hevur tessvegna óivað staðið niður í ein fót,
tað ið ikki var óvanligt í miðøld11. 1 botnsmiðjuni runthol;
tromin sløtt við felling fyri loki, langsíðurnar 6 cm tjúkkar
og smalsíðurnar 8 cm t. (við fellingini).
Leirvík, Ey. s.; Rennil; flatur undir niðan, árundur om»
aná; tvm. 3,6 cm; høgur 1,6 cm; endurnýttur, innkomin við
snældu.
Miðvági, Vá. s.: Úr kirkjuni? Skírnarkar; 4 brot sum
hoyra saman, og vísa botn av ferhyrntum kari, 54 X 35 cm,
yvirparturin burtur, tømingarhol í einum horninum.
Sumba, Su. s.: Funnin í jørðini í «Árdalinum». Vaðs
steinur. 2 hol á síðuni og 1 hol í endanum, foyra rundan
um upp og niður; 9 cm 1.
Øravík, Su. s. Funnin upp úr grundini á teimum gomlu
húsunum «uppi í S(ovu». Vaðsteinur, ljósagráur, breiðastur
á miðjuni, smælkar út iróti báðum endum, sum eru beint
avkubbaðir; heilt flatur øðrumegin, høgt árundur øðrus
megin, tvørskurður mest sum hálvkúla; við báðar endar
borað hol ígjøgnum, frá øðrum grunn foyra niðan um endan;
í hin endan er borað hol 8 cm inn í steinin (til stungu?);
■) Fyri langur, breiður, høgur, tjúkkur og tvørmát eru eisini nýttar
styttingar: 1., br., h., t. og tvm.