Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 60
66
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
18,6 cm 1., 7,8 cm br. á miðjuni, og har 5,3 cm h.; endarnir
um 5 cm br. (6. mynd),
Nr. 2230. Skarvanesi, Sa. s. Funnið í jørðini. Skaftgrýtubrot?
Brot av einum íláti, sum hevur verið o. u. 18 cm vítt um
tromina innan, har tað er flatbotnað, dýpið 4,5 cm, meðan
botnurin uttan tykist hava verið árundur. Skaftið eisini
brotið; heldur flatt omaná, annars runt; 3,9 cm h., 4,9 cm
1. mynd. Skirnarkar nr. 245. — Soapstone font.
br., við rótina; svart av ími uttan. Er væl ov stórt at vera
kola, má heldur vera skaftgrýta. (Rygh 728).
Nr. 2467—2471. Sandi, Sa. s. Funnið úr bakkanum «niðri á Sondums.
ílátabrot (2467), holað innan sum lítil flatbotnað skál,
áflatt uttan og ímut; 7,8 X 4,8 cm, h. 2,8 cm. Rennil(2468)
hálvur, flatur báðumegin, við rættari rond; tvm. 3,3 cm,
h. 2,0 cm. Rennil (2469), flatur báðumegin, rundrandaður,
úti við rondina borað hol (til tógvið?); tvm. 3,5 cm, h. 1,1
cm. ílátabrot, (2470). Kúput brot av stórari bollakendari
grýtu, tromin fløt, men útsíðan sneidd við eggjarni, ímut
uttan; 17 cm 1., tromt. 1,7 cm, veggjat. 2,2 cm. ílátabrot,
(2471). Kúput brot, møguliga av somu grýtu sum nr. 2470,
er gatað við fleiri boraðum holum, í einum situr jarnnagli,
til stiftingar ella oyra; 9 cm 1., veggjat. 2,2 cm.
Nr. 2497. Skálavík, Sa. s. Funnin «í Mittingis sbr. 3540 og 3564—69.