Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 65

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 65
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum 71 smæruvaxin fótur, opin innan, 5 cm høgur, 43 X 46 cm hvønn vegin uttan, undir undirsíðu karsins hevur staðið niður í statt, sum ikki er til. Undir tromini uttan er hjóling allan vegin runt, niðast ein hjóling og ein rundstavur. í botnin er høgdur ein skeivur høkjukrossur, hvørs armar møtast í einum ferhyrntum øki. 1 tess miðju, sum eisini er miðja karsins, er tømingarhol út gjøgnum botnin. Eitt petti er brotnað av tromini. Komið inn 1820. Sí: Antiqvariske Annaler III. bind, II. hefti, bls. 288 og talvu II mynd VI. Nr. CCLXXIX. Nesi, Ey. s. Úr kirkjuni. Skírnarkar. Ferhyrnt kar, við tømingarholi í botninum úti við eitt hornið. Komið inn 1820. Sí: Antiqvariske Annaler III. bind, II. hefti, bls. 288 og talvu II mynd VII. K a 1 d b a k. Kaldbak. St. s.: — «við Á»; «í Hoygarði», har búpíáss hevur verið. Nr. 6. ílátabrot (4); eru samansett og vísa stóra grýtu, við einum næstan ferhyrntum oyra út frá tromini; útsíða og oyra eru ímut og rutlut, ruflurnar o. u. 0,4 cm breiðar og rundar i botninum, skilliga holaðar við holujarni; meitlafar innan á grýtuveggjunum. Brotini samansett: 1. 14 cm, h. uttan 12,5 cm; oyrað 6,5 cm 1., 6,5 cm br.; og tromin 2,5 cm t„ hevur verið o. u. 50 cm vítt innan um tromina. Nr. 7. Fýrsmærukola, funnin í gomlu garðsgrundini niðanfyri núverandi sethúsini «í Heimistovu», «við Á». Fersíðað kola við hjólaðum statti, hesin er um botnin: 6,4 X 6,4 cm; øll hæddin: 6,0 cm; kolan um tromina: 10,4 X 10,4 cm. Kolus skálin evnað sum fýra smærubløð, tí nevnd fírsmæru* k o 1 a7, og er 2 cm djúp. Sera vøkur og vælevnað, døkkblá á liti og allar síður slættar eins og slípaðar. K i r k j u b ø. Kirkjubø, St. s. — í «Múrinum» nr. 1. Vígslukrossas talvur (8); nr. 2 Halgigripagoymsla. «Gullskápið». í «Bispagarðinum.» nr. 4 K o 1 a, ferhyrnt við hjólaðum síðum: 10 X 10 X 6 cm, ferhyrnd kulla á aðrari breiðsíðuni, eingi prýði7. Nr. 11. Vaðsteinur, (klíggjasteinur?), eyga nær øðrum enda og foyra frá eyganum upp um mjáendan báðumeg* in; 1. 18,5 cm, br. 7,5—3,5 cm, t. 3,5 cm; nr. 12 Vað steinur? Amboð við 1 cm víðum holi boraðum 8,7 cm frá mjá* endanum, frá tí gongur foyra upp um endan; minnir nógv

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.