Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 66
72
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
um blýlodd, sum tey verða nýtt nú. Núverandi longd:
13,4 cm, breidd 5,4—3,7 cr. Nr. 13. llát, brot, ferhyrnt uttan,
holað runt innan; 8,0 X 8,0 cm uttan, 4,5 cm h.; innan 4,7
cm vítt, 2,5 cm djúpt; nr. 16 Rennil, flatur undir niðan,
árundur omaná; tvm. 4,6 cm, h. 1,8 cm; nr. 17 Rennil,
flatur báðumegin; tvm. 5,7 cm, h. 0,8 cm; nr. 20. ílátas
brot (2) ímut uttan, av bolla; 2,2 cm t.; nr. 21 «Inni í Toft»
um». Rennil flatur undir niðan, árundur omaná; tvm. 4,5
cm, h. 2 cm.
Hetta skuldi so verið tað tilfar vit hava at arbeiða við
í løtuni. Til tess at fáa fundstaðir og *sløg neyvari greind
í tølum er gjørd talva, ið sæst á bls. 74 og 75.
Sum talvan vísir eru fitisteinsgripir funnir í 45 støðum
við meiri og minni eftirfarandi fundstaðarfrásøgnum1). TiU
samans eru gripirnir her 174, herafturat koma 10 uttan
staðarfrásøgn.
Hesi tøl geva tó bara eina mynd av tí, sum funnið er av
sovorðnum gripum í Føroyum, tí sum fyrr sagt, vita vit
um fleiri enn hesar her umrøddu, og væl kann henda, at
einhvør er nevndur í eldri bókmentum; men kortini man
úrslitið vera álítandi og nýtandi sum aðalmynd av, hvussu
víða og vanlig fitisteinsnýtslan hevur verið.
Hví tað summar staðir bara er ein, summar staðir fleiri
gripir saman, er lætt at síggja. Størstu gripatølini hava vit,
har fyriskipaður útgrefstur hevur verið, og næststørstu,
har vaknir og hugaðir menn hava gjørt sær tann ómak at
taka upp og goyma so hvørt, nakað varð funnið. Tað er
tí skeivt at fáa tað úr talvuni, at ogn og nýtsla av fiti=
steinsamboðum og íbúnýtum var størri t. d. í Kvívík ella
Skálavík (Kirkjubø verður ikki tald við her, hon hevur
eina serstøðu), enn t. d. í Sumba.
Hyggja vit so at fundsløgunum sæst, at til ílát, grýtur
og annað sovorðið, hevur fitisteinur serliga verið nýttur.
■) Tessverri væntar í fleiri førum gjøllari frásøgn um fundumstøð»
urnar; skuldi einhvør við at lesa hetta, komist við ein og annan grip
og vitað nakað meira um hann at siga, vil savnið vera sera takksamt
fyri sovorðnar frásagnir.