Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 76
82
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
Eftirroynd.
Eftir tí, omanfyri er sagt, skuldi tað verið gjørligt at
tíðarfesta eftir sniði gripanna; men vissu fyri hesum fáa
vit bert, um vit einhvørjar staðir finna hesar nevndu gripir
undir umstøðum, sum á annan hátt miða móti somu tíðar*
skeiðum, sum ásett eru fyri gripirnar.
7. mynd. Fýrsmænikola, Kaldbak nr. 7. — Sopstone lamp.
í Kvívík4 hava vit t.d. tvær toftir omaná hvørji aðrari.
Tann ovara er avlangt, ferhyrnt hús við tvílaðaðum veggjum
og langeldi nær suðurskjøldurinum. Henda toft er sermerkt
við miðaldarskóm, sum mega vera frá miðøld, ella 11 — 1200
árunum. 1 hesi toft hava vit annars ílátið 3544 f 1, sum
eftir útsjónd er tíðarsett til miðøld. Viðmerkt skal vera,
at her eisini finnst ymist, serliga rennlar, sum fyri alt tað
kunna vera eldri, sniðini minna um samsvarandi í teirri
niðaru toftini.
Men rennlar eru, sum sagt, hálir um at halda sum tíðar*
festingarhjálp. Høvuðsúrslitið verður tó ikki broytt av
hesum. Fundir og toft her eru úr miðøld.
Millum toftirnar er umleið 50 cm tjúkk flógv, sum
ruddiliga skilir millum toftirnar, og ein skillig lyng= og