Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 77
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
83
mosalind gjøgnum hesa vísir, at lendið má hava ligið opið
og vallað í einum nakað longum millumtíðarbili.
Niðara toftin er eggklingrut høll, við ífyllingarveggjum,
langeldi og kullu í miðjuni; ein byggiháttur sum í Norður=
londum, kanska serliga Noregi, er vælkendur í víkingaøld.
Her eru funnin tey flestu av ílátunum nr. 3500f og 3544f,
sum eftir skapi teirra eru tíðarsett til víkingaøld, fyrst og
fremst nr. 3500 f 17; nakrir bunguvaxnir og fleiri árundir
rennlar og vaðsteinurin nr. 3500s. Saman við hesum hava
vit ein blýrennil, ið væl kann vera úr víkingaøld, eina
klingruta ravperlu, og serliga tvær silvurlagdar
glasperlur, sum vísa til víkingaøld, 900 árini; men eingin
gripur sum gevur illtanka um miðøld.
Fundsamansetingin krevur tí, at allir gripir í høllini mega
vera úr víkingaøld, ella nærri 900 árunum.
Alt samanlagt fáa vit burtur úr hesum, at fitisteinsgripir
okkara yvirhøvur — við einstakum undantakum t.d. fiti<
steinsbileggarovnum — vísa á víkingaøld ella miðøld, og
at um fitisteinsgripir eru funnir undir toluliga tryggum
umstøðum, kunna vit hava mikið gagn av teimum til tíðar*
festingar av fornum bústøðum og av øðrum forngripum.
SUMMARY
Soapstone does not occur naturally in the Faroes. The above article
contains: 1. a general description of soapstone objects in the Faroes
and a discussion of their distribution, and 2. an attempt to date with
the aid of these according to type and the general circumstance of the
finds.
The Table on p. 74—75 shows where the finds were made 45 in all;
with the number of specimens of each type. The objects found total
174 plus 10 others where there is no 'information as to provenance.
None were found in graves, a few were random finds, while the great
majority were unearthed in human habitations particularly in excava*
ted house ruins. Soapstone was chiefly used for pots, cooking vessels,
and as weigths on hand spindles.
The following fiinds indicate the viking age:l. cups whithout