Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 83
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
89
fram, tilsamans 2 mannfólk og 1 konufólk við sukursjúku,
og tey vóru ógviliga ring av gikt: c? 67 ár, polyarthritis
chron. rheum.; <? 70 ár, arthrosis gen. utriusque, Heberdens
runnar, bleytholdsgikt í nakka, økslum, og ørmum oman
fyri alboga umframt lendagikt; ? 75 ár, arthrosis coxæ
utriusque, arthrosis gen. utriusque, bleytholdsgikt í økslum
og ørmum oman fyri alboga. Sukursjúkan var hjá hesum
øllum komin nógv seinni enn giktin.
1. Liðagikt.
í februar—mars 1950 vóru tilsamans 45 íbúgvar í M.
(26 c? og 19 ?), sum høvdu ella høvdu havt liðagikt, og
nøkur teirra eisini bleytholdsgikt; men henda sjúkan verður
ikki tikin við í tí, sum her kemur. Av hesum 45 vórðu
15 (9 c? og 6 ?) frísk aftur. Tað vóru so 30 (17 <? og
13 ?) av bygdarinnar 128 íbúgvum yvir 15 ár, ið rann*
sóknardagin høvdu eitthvørt slag av liðagikt. Til at fáa
eina mynd av, hvønn týdning henda sjúkan hevur havt
ella hevur fyri tann einstaka og fyri samfelagið, er ikki
nógmikið bert at nevna talið á teim sjúku; vit mega býta
hesi 45 sundur, og giktin í liðum teirra er av ógviliga
ymissum slag. Ikki fá høvdu ella høvdu havt meira enn
eina giktsjúku í liðunum. Hjá hesum 45 við liðagikt vóru
tí meira enn 45 sjúkuavgerðir, so sum talva III vísir.
Á talvu III síggja vit 64 sjúkuavgerðir hjá 45 fólkum,
sum øll vóru ella høvdu verið sjúk av liðagikt. Sum frá«
greiðing, og til at útfylla spurningin um teir 64 tilburðí
irnar, hetta: Níggju av teim 128 fólkum, sum komu upp
í rannsóknina, høvdu havt giktfepur, tvey teirra — mann*
fólk og konufólk — meira enn eina ferð. Tó er bert roknað
við 9 sjúkum tilsamans. 2 ferðir runnu aðrar sjúkur bein*
leiðis av giktfepri: Eitt konufólk, fødd 1903, varð sjúk av
giktfepri í 1944 og var at vísa seg heilt frísk aftur; men
eftir var tó sníkjandi arthrosis gen. utriusque. í 1944 og
árini frameftir hevði hon pínu og grovliga ríkjan í báðum
7