Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 84
90
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
knøum, og har afturat fínligar brestir á vinstra knæ. Hesi
bæði seinastu sjúkamerki vóru ikki rannsóknardagin 1950;
men uttan iva vóru tey burtur bert fyribils, tí hon hevði
áhaldandi pínu, tá ið hon rørdi seg. Liðatilburður hennara
Talva III
Fevnir yvir 45 íbúgvar í M. (26 £ og 19 øll yvir 15 ár, sum í
februar—mars 1950 høvdu ella høvdu havt liðagikt. (The table covers
45 inhabitants — 26 males and 19 females — above the age of 15, ivho
in february—march 1950 had or had had articular rheumatic disorders).
đ ¥
Giktfepur (Rheumatic fever)......................................... 9 (5 4)
Polyarthroitis chron. rheum. (Chronic arthritis).................... 1 (1 0)
Gikt í akslaliði (arthritis in the shoulđer-.joint)............... 1 (1 0)
Gikt í albogaliði (arthritis in the elbow=joint).................. 6 (5 1)
Gikt í handliði (arthritis in the wrist=joint).................... 1 (0 1)
Gikt í fíngurliði (arthritis in the joints of the fingers)........ 7 (3 4)
Heberden’s runnar (Heberderís nodes)............................. 3 (1 2)
Gikt í mjadnarliði (arthritis in the hip-joint)................... 3 (1 2)
Gikt í knæliði (arthritis in the knee=joint)..................... 23 (14 9)
Gikt í fótliði (øklaliði) (arthritis in the ankle=joint).......... 2 (1 1)
Gikt í tóm (arthritis in the joints of the toes).................. 1 (0 1)
Gikt í geislum (arthritis in the intervertebral joints)........... 7 (4 3)
64
verður tikin fyri 2 sjúkur: Febr. rheum. og arthrosis gen.
Hjá manni, føddur í 1882, sum hevði giktfepur í 1938,
kom, eftir góðan bata í fyrstuni, steðgur í framburðin, og
síðan kom og mentist ein ógviliga álvarsom polyarthritis
chron. rheum. í 1950 vóru allir liðir í kroppinum fongdir
við sjúkuni undantiknir geislaliðirnir, fleiri fingrar vóru
førdir úr lið. At hesi bæði hava havt tvær sjúkur hvørt,
er eyðsæð, tó at seinna sjúkan hjá báðum hevði uppruna
sín í teirri fyrru. — Hendir tað, at onkur, ið havt hevur
giktfepur, er vorðin frískur aftur, men fleiri ár seinni fær
liðagikt, við heilt øðrum uppruna, í ein ella fleiri liðir, er
sjálvandi eisini talan um 2 sjúkur.
2 av teim 4 konufólkunum, sum høvdu havt giktfepur,
vóru flutt til M. at búgva úr bygd uttan fyri Eiðis Iækna=