Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 89
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
95
2. Bleytholdsgikt.
Tað er ikki lætt at greiða giktsøguna hjá hvørjum ein*
støkum og fáa eina skilliga mynd av giktini, hvussu ring
hon var, hvussu ofta hon kom, og hvussu leingi hon vardi,
í tíðarskeiðinum undan rannsóknini í 1950. Viðvíkjandi
liðagiktini var tó í nakran mun til at vinna á trupulleik*
unum, men viðvíkjandi bleytholdsgiktini var tað tíverri
ómøguligt. Tað eru tíverri ikki vegir til at fáa upplýst,
hvat bleytholdsgiktin hevur havt at týða fyri tann einstaka
viðvíkjandi pínu, mistum arbeiðsdøgum o. s. fr. Og til tess
eru fleiri grundir. 1 fyrsta lagi kemur bleytholdsgiktin ikki
fyri einsumøll; ikki sjáldan er hon til staðar á somu tíð
sum liðagiktin og uttan samband við hana, men er í vødd=
um langt burtur frá liðinum ella liðunum. í øðrum lagi
hevur hin einstaki ofta havt bleytholdsgikt í fleiri likamsí
pørtum, kann henda í fleiri støðum í senn. Her, viðvíkjandi
bleytholdsgiktini, er alt meira fløkt og á somu tíð meira
hvørvið. Tann, ið havt hevur bleytholdsgikt, minnist ikki
nágreiniliga, hvat hann eitt langt lív hevur havt av «vødda*
gikt» — nei, minni enn so. Summi søgdu: «Ofta lendapínu,»
«ferð eftir ferð gikt í økslum og ørmum oman fyri alboga»
o. s. fr., men hvussu ofta, ella hvussu leingi sjúkan vardi
hvørja ferðina, var longu langt síðan gloymt.
Øðrvísi er við liðagikt. Hon varir longur, ofta alt lívið,
og enntá tey, ið frísk eru aftur, minnast hana ólíka betur
enn hina. Har afturat hava tey allarflestu leitað til lækna
fyri hesa sjúku, og læknin hevur upptekningar at halda
seg til. Men ætla vit at fáa nakað at vita um tey ymisku
sløg av bleytholdsgikt, verða vit noydd at halda okkum
til tey fólk, ið høvdu gikt, júst tá ið rannsóknin í 1950
fór fram. Á talvu IV síggja vit, hvussu nógvir íbúgvar í
M. yvir 15 ár í februar—marts 1950 høvdu bleytholdsgikt
og bert hetta slagið av gikt, og talið á teimum sum høvdu
bæði bleytholds* og liðagikt.