Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 90
96
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
Talva IV.
Fevnir yvir teir íbúgvarnar í M. yvir 15 ár sum í februar—mars 1950
høvdu bleytholdsgikt. (The table covers the inhabitants above the age
of 15, who in february—march 1950 were suffering from non=articular
rheumatic disorders).
Bleytholdsgikt (nomarticular rheumatic disorders) 28 1
Bæði bleytholdss og liðagikt.................. 19 j ^ 'đ 28 °8 ?
(Articular and nomarticular rheumatic disorders)
Vit síggja á talvu IV, at 19 vóru, sum bæði høvdu
bleytholds* og liðagikt. Tann seinna av hesum báðum
sjúkunum verður ikki tikin við í tí, sum her kemur. Sum
fyrr nevnt vóru ikki fá, ið høvdu bleytholdsgikt á meira
enn einum stað. Hvussu ofta tey ymisku sløgini av gikt í
bleytholdinum komu fyri í rannsóknini februar—mars 1950
síggja vit á talvu V. Her eru tilsamans 65 sjúkuavgerðir
hjá 47 fólkum.
Talva V.
Bleytholdsgikt hjá 47 íbúgvum í M. yvir 15 ár í februar*mars 1950.
(Non articular rheumatic disorders in 47 inhabitants above the age of
15 in february—march 1950).
<? ?
Akslar og armar omanfyri alboga (shoulders and arms).... 22 (13 9)
Lendar (loins)............................................... 19 (10 9)
Armar framman alboga og hendur (forearms and hands) ... 7 (1 6)
Bein og føtur (legs and feet)................................. 6 (3 3)
Nakki (the nape of the neck).................................. 4 (2 2)
Lendar og rassur (loins and buttocks)......................... 3 (0 3)
Ryggur (the back)............................................. 2 (2 0)
Hálsur (the neck)...................................■,....... 1 (1 0)
Meralgia paraesthetica....................................... 1 (1 0)
Ischias....................................................... 0
65
Her verður, sum viðvíkjandi liðagiktini, gikt í makaðum
likamspørtum tikin fyri eina sjúku.
Gikt í økslum, ørmum oman fyri alboga og lendum var
hitt vanligasta slagið av bleytholdsgikt, og tað slagið sum