Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 92
98
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
ið framdar eru á somu ársins tíð. Danska rannsóknin fór
fram í desembur og tann í M. fyrst og fremst í februar,
t. e. báðar á hávetri. So árstíðin ger her valla nakran mun.
í Danmørk vóru fólk bert yvir 18 ár spurd, men í M.
vóru øll yvir 15 ár við í rannsóknini. Sum fyrr er tikið
fram og víst á talvu I, vóru 10 ung, ímillum 15 og 19 ár,
við í rannsóknini. Átta teirra (7 <? og 1 ?) vóru á 15—17
ára aldri, og tvey vóru 19 ára gomul. Sum fyrr er nevnt
var bert eitt ímillum tey tíggju, sum hevði havt gikt, tað
var ein av teim 19 ára gomlu, men hann var leysur við
gikt í 1950. Tilsamans vóru 120 yvir 18 ár. Eitt yvirlit
y vir giktina hjá fólkinumyvir hendan aldur síggja vit á talvu VI.
Talva VI.
Gikt hjá 120 íbúgvum í M., sum í februar—mars 1950 vóru yvir 18 ár.
(Rheumatic complaints among 120 inhabitants above the age of 18 in
the Faroese village).
đ ?
I. Ongantíð havt gikt.......................... 21 (10 11) = 18 °/o
(Never had rheumatic complaints)
II. Høvdu, ella høvdu havt gikt................. 99 (51 48) = 83°/o
(Had or had had rheumatic complaints)
III. Høvdu gikt rannsóknardagin.................. 56 (33 23) = 47 °/o
(Were suffering from rheumatic complaints at the time of the enquiry)
Bera vit saman tølini í talvu VI við samsvarandi tøl í
Danmørk, síggja vit, at tølini í M. fyri utbreiðslu giktar*
innar vóru eitt lítið sindur meira enn dupult so stór, sum
tilsvarandi donsku tølini: 83 og 47 ímóti 40 og 22. Kann
hetta bera til? Vit mega ikki gloyma, at danska rannsóknin
fevndi yvir 2648 fólk yvir 18 ár, men rannsóknin í Før*
oyum fekst bert við 120 á sama aldri. I rannsókn, sum
fevnir yvir so fá, kann vera skjótt til, at tilviljin ger um
seg í avgjørdan mun, so at úrslitið sigur okkum, hvussu
ofta giktin kemur fyri í M. og ongar aðrar staðir. Áðrenn
farið varð undir arbeiðið, helt hann, ið arbeiðið gjørdi, at
M. var ein miðalbygd viðvíkjandi gikt. Men hann kann
hava mistikið seg!