Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 58

Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 58
66 Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist? fattare, »mjog gamlar« och hegómlegri« (en Njáls rímur, sem taldar eru fyrstar).22 Tó at kvæði okkara man óivað hava íslendskt upphav, er tað eyðvitað ógjørligt at siga, um tað hevur verið nakað sam- band millum tað og teir nevndu íslendsku »rímnaflokkarnar«, sum ikki eru til longur. Um nakað samband hevur verið, er tað kortini mest líkt til, at tað hevur verið við tann styttra og eldra »rímnaflokkin«. Nær man so kvæði okkara vera komið higar úr Islandi? Líta vit á kvæðaskránna hjá Schrøter og aðrar heimildir, sum vit áður hava nevnt, er kvæðið í hvussu er ikki yngri í Før- oyum enn byrjanin á 18. øld. Hugsa vit um munin á føroysk- um og íslendskum máli um hetta mundið, er tað óhugsandi, at ríma okkara ikki er komin væl fyrr higar, men hvussu tíðliga ber ikki væl til at siga. Her kann tað vera áhugavert at nevna nakrar viðmerkingar, sum Rudolf Poulsen hevur skrivað til avskrift sína av BR, ið hann sendi til Jóannes bónda. Hann heldur soleiðis fyri: Annar táttur er meiri fløktur enn fyrri. Hvat er hetta fyri nakað, er hetta tvætlað saman í seinni tið; tað man ikki vera? Er hetta komið úr Islandi sum Ljómurnar, ella er hetta eitt av tí elsta, vit eiga, ja tað mugu málkønir menn døma í. At spurningarnir frá Rudolfi um upphavi at BR hava rinið á Jóannes bónda, kunnu vit síggja í Kvæðabók 5, har hann skrivar: »Vit vita, at »Ljómur« er yrktur í og komin úr Is- landi, og væl kann vera, at »Koralds kvæði« og »Bevusar r(ma« eisini eru haðani«.23 Koralds kvxði (CCF 111), sum Jóannes bóndi nevnir, er annars einasta føroyska kvæði, sum áður er mett av gransk- arum at vera ein íslendsk ríma, men eisini hetta kvæðið er av- lagað í sínum rímnaformi. Tó at Koralds kvæði og tær ís- lendsku Konráðs rímur, sum eru til, eru yrktar eftir Konráðs sógu keisarasonar, tykist hitt føroyska kvæðið ikki at vera avleitt av teimum nevndu íslendsku Konráðs rímum men at vera ein sjálvstøðug íslendsk ríma, sum við øðrum orðum er
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.