Fróðskaparrit - 01.01.1976, Qupperneq 58
66
Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist?
fattare, »mjog gamlar« och hegómlegri« (en Njáls rímur, sem taldar eru
fyrstar).22
Tó at kvæði okkara man óivað hava íslendskt upphav, er
tað eyðvitað ógjørligt at siga, um tað hevur verið nakað sam-
band millum tað og teir nevndu íslendsku »rímnaflokkarnar«,
sum ikki eru til longur. Um nakað samband hevur verið, er tað
kortini mest líkt til, at tað hevur verið við tann styttra og eldra
»rímnaflokkin«.
Nær man so kvæði okkara vera komið higar úr Islandi?
Líta vit á kvæðaskránna hjá Schrøter og aðrar heimildir, sum
vit áður hava nevnt, er kvæðið í hvussu er ikki yngri í Før-
oyum enn byrjanin á 18. øld. Hugsa vit um munin á føroysk-
um og íslendskum máli um hetta mundið, er tað óhugsandi, at
ríma okkara ikki er komin væl fyrr higar, men hvussu tíðliga
ber ikki væl til at siga. Her kann tað vera áhugavert at nevna
nakrar viðmerkingar, sum Rudolf Poulsen hevur skrivað til
avskrift sína av BR, ið hann sendi til Jóannes bónda. Hann
heldur soleiðis fyri:
Annar táttur er meiri fløktur enn fyrri. Hvat er hetta fyri nakað, er
hetta tvætlað saman í seinni tið; tað man ikki vera? Er hetta komið úr
Islandi sum Ljómurnar, ella er hetta eitt av tí elsta, vit eiga, ja tað mugu
málkønir menn døma í.
At spurningarnir frá Rudolfi um upphavi at BR hava rinið
á Jóannes bónda, kunnu vit síggja í Kvæðabók 5, har hann
skrivar: »Vit vita, at »Ljómur« er yrktur í og komin úr Is-
landi, og væl kann vera, at »Koralds kvæði« og »Bevusar
r(ma« eisini eru haðani«.23
Koralds kvxði (CCF 111), sum Jóannes bóndi nevnir, er
annars einasta føroyska kvæði, sum áður er mett av gransk-
arum at vera ein íslendsk ríma, men eisini hetta kvæðið er av-
lagað í sínum rímnaformi. Tó at Koralds kvæði og tær ís-
lendsku Konráðs rímur, sum eru til, eru yrktar eftir Konráðs
sógu keisarasonar, tykist hitt føroyska kvæðið ikki at vera
avleitt av teimum nevndu íslendsku Konráðs rímum men at
vera ein sjálvstøðug íslendsk ríma, sum við øðrum orðum er