Fróðskaparrit - 01.01.1976, Side 98

Fróðskaparrit - 01.01.1976, Side 98
106 Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum hava veri8, var tann fyriskrivaði húsbúnaður og teir prýðis- gripir, ið vóru neyðugir til gudstænastu og til umsiting sakra- mentanna, tað ið vit sjálvsagt skuldu væntað, men nú vita. Gleðandi er eisini at hava fingið prógv fyri, at tað í kirkjum okkara hava verið so nógvar Kristmyndir og Mariumyndir, sum skrásetingin vísir. Tað gevur varhuga av, at uppaftur fleiri hava verið til, og helst eisini onnur skurðverk og skartgripir. Tað vóru, eftir hesum at ætla, góðar tíðir í Føroyum um há- miðaldarmundið. Aftan á trúbótina, o. u. 1540, vóru í Føroyum 39 kirkjur,9 av teimum koma í hesum tilfari fyri 29 — kirkjan í Tórshavn frá 1609 ikki tald við7 — har ið møguligir ella vissir miðaldar- gripir eru umrøddir. Rætt er, at kirkjur tá vóru í Klaksvík (Norður í Vági) og Mykinesi, men teir gripir sum haðan eru tiknir við í yvirlit- inum eru funnir í bønhúsum, ið mega vera eldri enn hesar trúliga eftirtrúbótar kirkjur, tí verða gripirnir úr hesum bygd- um taldar við millum teirra úr bønhúsum. Tey í yvirlitinum annars nevndu bønhús eru úr kirkjuleysum bygdum: (nr. :31) Gásadali, (nr. :34) Koltri, og (nr. :72) Lamba, haðan frásagnir eru um halgigripir og haðan klokkan úr Lamba er ítøkiligt dømi um, at sumt man vera satt í teimum ymsu søgnum um bønhús víða hvar í oyggjunum. Samanlagt verður úrslitið, at vit hava prógv um, at í kirkj- um og bønhúsum okkara í miðøldini vóru væl fleiri og fjøl- broyttari gripir enn áður hevur verið hildið, og at ið hvussu er 34 kirkjuhús vóru til í hesum tíðarskeiði. Eingin ivi er um, at tey vóru nógv fleiri, eisini í enn kirkju- leysum bygdum. Latum okkum bara nevna nøkur fá dømi: á Skarvanesi, í Norðradali og í bygdum har kirkja nú er: í Hesti, Oyndarfirði og Leirvík. Men hetta er ein onnur søga. Um trúbótina í Føroyum vita vit ikki nógv, hon man vera hend stillisliga. Nógvar smákirkjur og bønhús eru avtoftað, men hvørt sum er tykjast kirkjuhúsini ikki tá hava verið rudd- að fyri alt, sum var katólskt. Tvørturímóti sýnist sum fólk hava varðað um ein part av gomlu gripunum við virðing fyri tí, sum heilagt er.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.