Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 98
106
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
hava veri8, var tann fyriskrivaði húsbúnaður og teir prýðis-
gripir, ið vóru neyðugir til gudstænastu og til umsiting sakra-
mentanna, tað ið vit sjálvsagt skuldu væntað, men nú vita.
Gleðandi er eisini at hava fingið prógv fyri, at tað í kirkjum
okkara hava verið so nógvar Kristmyndir og Mariumyndir,
sum skrásetingin vísir. Tað gevur varhuga av, at uppaftur fleiri
hava verið til, og helst eisini onnur skurðverk og skartgripir.
Tað vóru, eftir hesum at ætla, góðar tíðir í Føroyum um há-
miðaldarmundið.
Aftan á trúbótina, o. u. 1540, vóru í Føroyum 39 kirkjur,9
av teimum koma í hesum tilfari fyri 29 — kirkjan í Tórshavn
frá 1609 ikki tald við7 — har ið møguligir ella vissir miðaldar-
gripir eru umrøddir.
Rætt er, at kirkjur tá vóru í Klaksvík (Norður í Vági) og
Mykinesi, men teir gripir sum haðan eru tiknir við í yvirlit-
inum eru funnir í bønhúsum, ið mega vera eldri enn hesar
trúliga eftirtrúbótar kirkjur, tí verða gripirnir úr hesum bygd-
um taldar við millum teirra úr bønhúsum.
Tey í yvirlitinum annars nevndu bønhús eru úr kirkjuleysum
bygdum: (nr. :31) Gásadali, (nr. :34) Koltri, og (nr. :72)
Lamba, haðan frásagnir eru um halgigripir og haðan klokkan
úr Lamba er ítøkiligt dømi um, at sumt man vera satt í teimum
ymsu søgnum um bønhús víða hvar í oyggjunum.
Samanlagt verður úrslitið, at vit hava prógv um, at í kirkj-
um og bønhúsum okkara í miðøldini vóru væl fleiri og fjøl-
broyttari gripir enn áður hevur verið hildið, og at ið hvussu
er 34 kirkjuhús vóru til í hesum tíðarskeiði.
Eingin ivi er um, at tey vóru nógv fleiri, eisini í enn kirkju-
leysum bygdum. Latum okkum bara nevna nøkur fá dømi:
á Skarvanesi, í Norðradali og í bygdum har kirkja nú er:
í Hesti, Oyndarfirði og Leirvík. Men hetta er ein onnur søga.
Um trúbótina í Føroyum vita vit ikki nógv, hon man vera
hend stillisliga. Nógvar smákirkjur og bønhús eru avtoftað,
men hvørt sum er tykjast kirkjuhúsini ikki tá hava verið rudd-
að fyri alt, sum var katólskt. Tvørturímóti sýnist sum fólk
hava varðað um ein part av gomlu gripunum við virðing fyri
tí, sum heilagt er.