Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 66

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 66
64 SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM? rations for this article, a 'mini research' has been conducted during the summer of 2008 amongst 12 informants, selected randomly amongst the 118 mentioned above, with respect to their attitude to Danicisms in the Faroese language. It is the sincere hope and aspiration of the author that this initial discussion of a possible diglossic situation in Faroese may kick off a fruitful and clarifying debate in the Faroese research community. 1.0 INNCANGUR Undir kanningum í 2005 undan master-rit- gerð (Pauladóttir, 2006), varð eg fleiri ferðir varugvið, hvussu tey ymisku heimildarfólkini nýttu tað føroyska málið hvør á sín hátt. Taluhættir skiftu frá tí, vit kunnu rópa eitt tillagað mál, tætt upp at skrivligum føroysk- um, og heilt til eitt evstamark, ið næstan Ijóðaði sum danskt /skandinaviskt, bert við føroyskum bendingum. Lítla yvirlitið hjá Helge Sandøy um teir fýra stílhættirnar í før- oyskum tyktist sera sanngildugt eins og uppáhald hansara um, at støðan "antagelig er enda mer komplisert enn dette" (Sandøy et al., 2003:106). Hetta hevur vakt áhugan og forvitnið eftir at vita meir um munin millum 'føroyskt standardfrábrigdi' og 'dagligt frábrigdi' (sí 2.1.1 fyri greiningav málfrøðiligum heitum). Av tí, at evnið lá uttan fyri karmarnar fyri rit- gerðina, mátti tað bíða tá. Tí hevur hugsanin við hesi grein verið at royna at geva íkast til at lýsa fjarstøðuna millum dagliga málið og tað málið, fólk velja sær, tá umstøðurnar krevja 'tillagað mál’. Við at lurta umaftur og afturumaftur eftir upptøkunum av 118 samrøðum til ta fyrrnevndu ritgerðina, varnaðust oyrini á ein nýggjan hátt við frábrigdið, ið verður tosað kring okkum, antin tað nú var umborð á eini ferju, í bussinum, ella heima hjá familju og frændum. Tað, at eg veruliga gav tosinum gætur, gav mær varhugan av, at tillagaða má- lið, ið liggur nær skriftmálinum og verður so at siga ikki nýtt í dagliga tosinum, er helst ikki eitt mál, ið tey flestu hava skil á. í hvussu er ikki uttan eina ávísa fyrireiking. Hetta hevur við sær, at tillagað mál heldur ikki fellir natúr- ligt at velja sær í eini samrøðu uttan fyri- reikingar. Av tí sama skal her verða lagt aftur- at, at um føroyskt tyktist finnast í hami, ið líktist øllum frá nútíðar skrivligum føroysk- um og til eitt, ið líktisk næstan donskum/ skandinaviskum máli, so var kortini so, at hetta tillagaða málið hevði bert verið at hoyrt nýtt av heilt fáum einstaklingum. Tí kann tillagaða málið heldur ikki skrásetast sum vanligt hjá nøkrum av teimum 118 heimildarfólkunum. Meir nágreiniliga: so fá sum fýra fólk - øll av kallkyni úr ymiskum bólkum - komu mær fyri sum nakað heilt fyri seg sjálv, við at hava sjáldsama gott skil á máli, vit helst vildu rópt rótføroyskt. Uttan nágreiniliga greining havi eg stundum hugsað, at ein einføld uppbýting av málnýtslu í føroyska málsamfelagnum man vera so, at eldra fólkið kann hugsast at tala eitt ‘danskt-føroyskt' við øllum teimum van- ligu 'óføroysku' tøkuorðunum. Hin vegin kann væntast, at hitt yngra ættarliðið er ávirkað av skúlagongd og undirvísing í før- oyskum áføroyskum, og tí kundi væntast, at tey tosa eitt mál, ið liggur nærri at skrivliga málinum, báði í bending, orðalagslæru og orðatilfeingi. Tað skuldi vísa seg, at so einføld er støðan als ikki. 1.1 Høvuðsspurningar í greinini Lurtað hevur verið umaftur eftir samrøðun-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.