Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 67

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 67
DICLOSSIA IN FAROESE? 65 um við 118 heimildarfólk til áðurnevndu rit- gerð við grein um skiftismæli í hyggju. Sam- røðurnar eru við fólk í øllum aldursbólkum og við ymiskari útbúgving og yrkisleið, eisini skúlanæmingar. Endamálið hevur verið fýr- falt: 1) at hyggja at føroyskum viðurskiftum við skiftismæli eftir heildarreglunum hjá Fer- guson sum grundarlagi, 2) at ummæla hugburð til føroyskt skrivligt og tosað mál, 3) at geva íkast til at lýsa, hvat fólk hugsa um spurningin, 4) um tað ber til, at siga nakað um munin millum dagliga málið og tað, ið verður nýtt í hátíðarligum høpi. Væntandi vilja svar uppá síðsta spurningin geva ábendingar um, um møguleiki er til staðar fyri at tosa um skiftismæli/stig av skift- ismæli í føroyskum. Fyri at fáa eitt orðaskifti um evnið mugu vit tí fyrst gera greiðari nøk- ur hugtøk, ið nýtt verða í spurninginum um skiftismæli, og eisini hugtøk, ið nýtt verða um føroyskt. 2.0 FRØÐIHEITI, ÁSTØÐI OC HÁTTALAG 2.1 Nøkur heiti Stutt frágreiðing skal verða givin um heiti, ið verða nýtt í greinini. Summi eru kend (al- tjóða) málsfrøðilig heiti, summi eru serlig fyri føroyska orðaskiftið um mál. Norðurlendski lesarin kann soleiðis slggja, at orðaskiftið um føroyskt mál hevur í sær luteindir og heiti, ið ikki verða nýtt í norðurlendska kjakinum. 2.7.1 Úr altjóða málfrøðiliga orðatilfeinginum Almenn virðing/fjald virðing (enskt: 'overt prestige’/'covert prestige'): Víst verður til Trudgill (1972). Heitini verða nýtt um tað virðið, ið tað gevur annaðhvørt at leggja talu- málið at standardfrábrigdinum (almen virðing) ella at leggja tað at staðbundna mál- førinum (fjald virðing). Sostatt hevur tað at hava skil á standardfrábrigdinum við sær 'al- menna virðing’, meðan nýtsla av staðbundna málførinum gevur 'fjalda virðing’, t.e. virðing í samfelagnum, har ein hoyrir heima. At kunna duga at skifta ímillum staðbundna málførið og standardfrábrigdið, alt eftir um- støðunum, vil sostatt hava við sær ávikavíst 'fjalda -' og 'almenna virðing'. 'Frábrigdi' (enskt: 'variety'/skandinaviskt: 'va- rietet') verður her nýtt fyri frábrigdi, ið ikki kann sigast at verða staðbundið málføri (lokal dialekt). 'Kotubroyting'/'kotublanding' (enskt: 'code- switching'/'code-mixing’ / skandinaviskt : kodebytte/kodeblanding): Víst verður á Fasold, (1984: 180, 182). Fasold sigur, at bendingin í tekstinum fer at gera av, hvat mál verður nýtt. Hettar merkir, at í kotubroyting er víðfevnandi nýtsla av fremmandum lut- eindum; sum tá tann, sum tosar, eitt lítið bil skiftir mál fyri at geva frágreiðing/útfylling, ella hann tekur heilar setningar inn í málið, hann tosar, úr øðrum máli, ið hann blandar saman við. Hin vegin merkir kotublanding, at tann, sum tosar, einans tekur orð uppimillum úr einum øðrum máli, uttan at hetta ávirkar bendingina í málinum, hann tosar. 'Skandinaviskt' skal her verða nýtt um danskt/norskt/svenskt mál, meðan 'norður-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.