Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 67
DICLOSSIA IN FAROESE?
65
um við 118 heimildarfólk til áðurnevndu rit-
gerð við grein um skiftismæli í hyggju. Sam-
røðurnar eru við fólk í øllum aldursbólkum
og við ymiskari útbúgving og yrkisleið, eisini
skúlanæmingar. Endamálið hevur verið fýr-
falt:
1) at hyggja at føroyskum viðurskiftum við
skiftismæli eftir heildarreglunum hjá Fer-
guson sum grundarlagi,
2) at ummæla hugburð til føroyskt skrivligt
og tosað mál,
3) at geva íkast til at lýsa, hvat fólk hugsa
um spurningin,
4) um tað ber til, at siga nakað um munin
millum dagliga málið og tað, ið verður
nýtt í hátíðarligum høpi.
Væntandi vilja svar uppá síðsta spurningin
geva ábendingar um, um møguleiki er til
staðar fyri at tosa um skiftismæli/stig av skift-
ismæli í føroyskum. Fyri at fáa eitt orðaskifti
um evnið mugu vit tí fyrst gera greiðari nøk-
ur hugtøk, ið nýtt verða í spurninginum um
skiftismæli, og eisini hugtøk, ið nýtt verða um
føroyskt.
2.0 FRØÐIHEITI, ÁSTØÐI OC
HÁTTALAG
2.1 Nøkur heiti
Stutt frágreiðing skal verða givin um heiti, ið
verða nýtt í greinini. Summi eru kend (al-
tjóða) málsfrøðilig heiti, summi eru serlig fyri
føroyska orðaskiftið um mál. Norðurlendski
lesarin kann soleiðis slggja, at orðaskiftið um
føroyskt mál hevur í sær luteindir og heiti, ið
ikki verða nýtt í norðurlendska kjakinum.
2.7.1 Úr altjóða málfrøðiliga
orðatilfeinginum
Almenn virðing/fjald virðing (enskt: 'overt
prestige’/'covert prestige'): Víst verður til
Trudgill (1972). Heitini verða nýtt um tað
virðið, ið tað gevur annaðhvørt at leggja talu-
málið at standardfrábrigdinum (almen
virðing) ella at leggja tað at staðbundna mál-
førinum (fjald virðing). Sostatt hevur tað at
hava skil á standardfrábrigdinum við sær 'al-
menna virðing’, meðan nýtsla av staðbundna
málførinum gevur 'fjalda virðing’, t.e. virðing
í samfelagnum, har ein hoyrir heima. At
kunna duga at skifta ímillum staðbundna
málførið og standardfrábrigdið, alt eftir um-
støðunum, vil sostatt hava við sær ávikavíst
'fjalda -' og 'almenna virðing'.
'Frábrigdi' (enskt: 'variety'/skandinaviskt: 'va-
rietet') verður her nýtt fyri frábrigdi, ið ikki
kann sigast at verða staðbundið málføri
(lokal dialekt).
'Kotubroyting'/'kotublanding' (enskt: 'code-
switching'/'code-mixing’ / skandinaviskt :
kodebytte/kodeblanding): Víst verður á
Fasold, (1984: 180, 182). Fasold sigur, at
bendingin í tekstinum fer at gera av, hvat mál
verður nýtt. Hettar merkir, at í kotubroyting
er víðfevnandi nýtsla av fremmandum lut-
eindum; sum tá tann, sum tosar, eitt lítið bil
skiftir mál fyri at geva frágreiðing/útfylling,
ella hann tekur heilar setningar inn í málið,
hann tosar, úr øðrum máli, ið hann blandar
saman við. Hin vegin merkir kotublanding, at
tann, sum tosar, einans tekur orð uppimillum
úr einum øðrum máli, uttan at hetta ávirkar
bendingina í málinum, hann tosar.
'Skandinaviskt' skal her verða nýtt um
danskt/norskt/svenskt mál, meðan 'norður-