Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 68
66
SKIFTISMÆtl í FØROYSKUM?
lendskt' skal nýtast tá eisini føroyskt og
íslendskt verða tikin uppí.
'Skiftismæli’ (enskt: 'diglossia’/skandinav-
iskt: 'diglossi'): Verður nýtt um samband mill-
um tvey frábrigdi av sama tungumáli í útfyll-
andi útbýting sín ámillum í samfelagnum,
har tey verða nýtt. Hetta merkir, at frábrigd-
ini hava hvørt sítt øki til nýtslu í málsliga
samfelagnum (frítt eftir Rash, 1998: 17).
Dentur eigur at verða lagdur á sambandið
"+/- formligt mál" fyri at sleppa undan einari
samanblanding við 'stíllag’.
‘Staðbundið málføri’ verður nýtt sum før-
oyskt heiti fyri 'lokal dialekt’. (Føroyska heitið
fyri dialekt er málføri; staðbundið = lokalt;
staðbundið málførið = lokal dialekt).
’Standardfrábrigdi’ (enskt: 'standard va-
riety'/skandinaviskt: 'standardvarietet’) verð-
ur nýtt um skriftmál og mál, ið fylgir heildar-
reglunum fyri skriftmálið; í øðrum sjálvstøð-
ugum londum ofta eisini nevnt 'ríkismál’.
Men føroysku viðurskiftini við ríkisfelags-
skapinum við Danmark og heitinum 'ríkis-'
tengt at donskum viðurskiftum, gera, at 'rík-
ismál' ikki hóskar til føroyskt eins og t.d. 'ríkis-
enskt’ og 'ríkisnorskt' høvdu verið hóskandi
fyri 'standard variety’ í teimum báðum sam-
feløgunum.
’Stíllag’: Tey orðaløg, ið fmnast í einum
tungumáli (skrivliga og munnliga); vit kenna
tey sum málsliga úrvalið í samfelagnum. Tal-
arin lærir seg at velja úr úrvalinum fyri nøkt-
andi at lúka krøvini til skilagott orðaskifti
(Frítt eftir Mæhlum et al„ 2003: 28).
’Tekstur’: Samsvarandi siðvenju verður
heitið nýtt um báði skrivliga og munnliga
frambering av tungumáli.
’Tillagað mál’: Mál, ið verður nýtt undir
umstøðum, har tann, sum tosar hevur møgu-
leika at gera sær ómak og vanda sær um mál-
ið eftir fyrimyndarligum reglum, ið vanliga
ikki eru í nýtslu í dagligari talu, men, sum eru
galdandi fyri skriftmálið/standardfrábrigdið.
'Tjóðmálslig líi/smegi’ (enskt: 'ethno-ling-
uistic vitality’/skandinaviskt: ‘etnolingvistisk
vitalitet'): Víst verður til Giles (1977), ið nýtir
hugtakið til at greiða frá lívsmegini í einum
máli og harvið eisini møguleika tess at endur-
reisa seg.
2.1.2 Úrføroyska orðatilfeinginum
’Danisma’: Verður nýtt um donsk orð og
orðafelli, báði nýggj og eldri, ið hava sín full-
góða føroyska maka, ið eisini hoyrist.
'Óføroyskt’: Verður nýtt um orð og mál-
iskur úr øðrum málum (eisini donskum) ið
hava sín fullgóða føroyska maka, ið eisini
hoyrist í nýtslu. Orsøkin er helst, at tey ofta
eisini verða rópt 'bannað orð', og í undirvís-
ingini í føroyskum verður mælt til ikki at nýta
hesi orð í skrivligum føroyskum.
‘Rótføroyskt’: í Føroyskari orðabók er
eingin neyv týdningarlýsing, men hugtakið
verður ofta nýtt um tað málið, ið seinastu 30-
50 árini er vorðið litt av varðveitandi málpoli-
tikki. Serligt er, at nýggjyrði eins og ávísar
íhaldandi bendingar og setningsuppbygnaðir
seta sín dám á rótføroyskt. Um hesi sermerki
verða upphevjaði verður málið summar tíðir
rópt 'grótføroyskt’. í nýggjari kanningum
millum studentaskúlanæmingarfinnast hag-
tøl, ið benda á, "at næmingar sum heild
halda, at rótføroyskt er nakað sum er neyð-
ugt fyri at varðveita málið, og teir uppfata
rót- ella grótføroyskt, sum tey flestu siga, sum
gamalsligt, tungt og stirvið málbrúk, bæði
hvat viðvíkur setningsbygnaði ogorðavali. Tó
benda tølini eisini á, at tey halda grótføroyskt
verða neyðugt fyri varðveitsluna av málin-