Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 69
DICLOSSIA IN FAROESE?
67
'Rcett'ígott mál': Verður nýtt um mál við
bending, ið fylgir føroysku reglunum (sam-
svar millum kyn og tal, røttu føllini, o.s.fr.),
við góðum føroyskum setningsbygnaði um-
framt hóligari nýtslu av altjóða/fremmand-
um orðum.
'Vánaligt mál': Verður nýtt um mál við
(nógvum) danismum og sum ikki lagar seg
eftir føroyskari bending, t.e., um tann, sum
tosar, vísir seg at hava lítið ella ónøktandi skil
á bendingarreglum, óvandna nýtslu av
fremmandum tøkuorðum og máliskum.
2.2 Hvat er skiftismæli?
2.2.7 Lítil framløga av heildarreglun-
um hjá Ferguson fyri skiftismceli
Frá franska málfrøðinginum Mar^ais lænti
Ferguson sær í 1959 heitið 'skiftismæli' (Win-
ford, 1985: 345) fyri at lýsa eitt heilt serligt
slag av tvímæli, ið hevur við sær, at málsliga
samfelagið, talan er um, eigur eitt dagligt
mál, lágt frábrigdi (L) og eitt hægri frábrigdi
(H), ið verður nýtt í hátíðarligum høpi. Frá-
brigdini bæði liva lið um lið, tó hvørt á sínum
øki. Orðaskiftið her skal ikki taka sær av
málfrøðiligu meiningini, bert leggja dent á,
at Ferguson tók sær heitið (á enskum: "coi-
ned the term”) fyri at lýsa málstøðu, har
skyldskapur er millum frábrigdini bæði H og
L. Samstundis lýsti hann, at tey eru at fmna í
útfyllandi útbýting í málsamfelagnum. Har-
umframt er týðandi, at H og L kunnu skiljast
at málfrøðiliga á fleiri økjum, og verða ikki
nýtt hvørt um annað í sama høpi. Ferguson
greinar skiftismæli soleiðis:
A relatively stable language situation in which,
in addition to the primary dialects of the lang-
uage (which may include a standard or regio-
nal standards), there is a very divergent, highly
codified (often grammatically more complex)
superposed variety, the vehicle of a large and
respected body of written literature, either of
an earlier period or in another speech commu-
nity, which is learned largely by formal educa-
tion and is used for most written and formal
spoken purposes but is not used by any section
of the community for ordinary conversation.
(Fasold, 1984: 38-39; skákskrift løgd afturat)
Vit skilja, at Ferguson legði støði av níggju
málfrøðiligum økjum, har H og L kunnu
skiljast at: virkisøki, virðing, bókmentarligur
arvur, tilognan/innlæring, fyrimynd (fyri-
myndarligt mál), støðugleiki, Ijóðfrøði, bend-
ing og orðatilfeingi. Vit kunnu siga, at mun-
urin millum H- og L-frábrigdið m.a. fevnir um
mun í virkisøki, virðing, ið síðan fer at fevna
um, hvat orðaval, hvørja bending og hvønn
setningsbygnað, ið tann, sum tosar, nýtir, um
hann hevur møguleikar ella ikki til at fyrireika
framløgu sína av tekstinum, antin hon nú er
skrivlig ella munnlig.
Felags fyri málsligu samfeløgini, ið á
hendan hátt hava tvey málslig frábrigdi í út-
fyllandi útbýting, er, at H hevur 'almenna
virðing' í øllum samfelagnum. Hetta merkir,
at H verður nýtt í almennum høpi og verður
mett at vera meira háborið enn L, t. e., at fólk
aloftast halda H vera 'betri' enn L. L verður
nýtt í tí dagliga og hevur 'fjalda virðing’, og
tað kann sigast at bera boð um samhuga og
samanhald í bólki. Umframt hetta skal nevn-
ast, at í málsamfelagnum læra fólk ikki H sum
hitt fyrsta, tey læra at tosa frá barnsbeini. Tað
er L, ið verður tilognað sum móðurmál, og
hetta er fyribrigdi, ið sambært Ferguson er
serligt fyri samfelag við skiftismæli. (Fergu-
son, 1959: 331). Eisini Schiflrnan leggur dent