Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 69

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 69
DICLOSSIA IN FAROESE? 67 'Rcett'ígott mál': Verður nýtt um mál við bending, ið fylgir føroysku reglunum (sam- svar millum kyn og tal, røttu føllini, o.s.fr.), við góðum føroyskum setningsbygnaði um- framt hóligari nýtslu av altjóða/fremmand- um orðum. 'Vánaligt mál': Verður nýtt um mál við (nógvum) danismum og sum ikki lagar seg eftir føroyskari bending, t.e., um tann, sum tosar, vísir seg at hava lítið ella ónøktandi skil á bendingarreglum, óvandna nýtslu av fremmandum tøkuorðum og máliskum. 2.2 Hvat er skiftismæli? 2.2.7 Lítil framløga av heildarreglun- um hjá Ferguson fyri skiftismceli Frá franska málfrøðinginum Mar^ais lænti Ferguson sær í 1959 heitið 'skiftismæli' (Win- ford, 1985: 345) fyri at lýsa eitt heilt serligt slag av tvímæli, ið hevur við sær, at málsliga samfelagið, talan er um, eigur eitt dagligt mál, lágt frábrigdi (L) og eitt hægri frábrigdi (H), ið verður nýtt í hátíðarligum høpi. Frá- brigdini bæði liva lið um lið, tó hvørt á sínum øki. Orðaskiftið her skal ikki taka sær av málfrøðiligu meiningini, bert leggja dent á, at Ferguson tók sær heitið (á enskum: "coi- ned the term”) fyri at lýsa málstøðu, har skyldskapur er millum frábrigdini bæði H og L. Samstundis lýsti hann, at tey eru at fmna í útfyllandi útbýting í málsamfelagnum. Har- umframt er týðandi, at H og L kunnu skiljast at málfrøðiliga á fleiri økjum, og verða ikki nýtt hvørt um annað í sama høpi. Ferguson greinar skiftismæli soleiðis: A relatively stable language situation in which, in addition to the primary dialects of the lang- uage (which may include a standard or regio- nal standards), there is a very divergent, highly codified (often grammatically more complex) superposed variety, the vehicle of a large and respected body of written literature, either of an earlier period or in another speech commu- nity, which is learned largely by formal educa- tion and is used for most written and formal spoken purposes but is not used by any section of the community for ordinary conversation. (Fasold, 1984: 38-39; skákskrift løgd afturat) Vit skilja, at Ferguson legði støði av níggju málfrøðiligum økjum, har H og L kunnu skiljast at: virkisøki, virðing, bókmentarligur arvur, tilognan/innlæring, fyrimynd (fyri- myndarligt mál), støðugleiki, Ijóðfrøði, bend- ing og orðatilfeingi. Vit kunnu siga, at mun- urin millum H- og L-frábrigdið m.a. fevnir um mun í virkisøki, virðing, ið síðan fer at fevna um, hvat orðaval, hvørja bending og hvønn setningsbygnað, ið tann, sum tosar, nýtir, um hann hevur møguleikar ella ikki til at fyrireika framløgu sína av tekstinum, antin hon nú er skrivlig ella munnlig. Felags fyri málsligu samfeløgini, ið á hendan hátt hava tvey málslig frábrigdi í út- fyllandi útbýting, er, at H hevur 'almenna virðing' í øllum samfelagnum. Hetta merkir, at H verður nýtt í almennum høpi og verður mett at vera meira háborið enn L, t. e., at fólk aloftast halda H vera 'betri' enn L. L verður nýtt í tí dagliga og hevur 'fjalda virðing’, og tað kann sigast at bera boð um samhuga og samanhald í bólki. Umframt hetta skal nevn- ast, at í málsamfelagnum læra fólk ikki H sum hitt fyrsta, tey læra at tosa frá barnsbeini. Tað er L, ið verður tilognað sum móðurmál, og hetta er fyribrigdi, ið sambært Ferguson er serligt fyri samfelag við skiftismæli. (Fergu- son, 1959: 331). Eisini Schiflrnan leggur dent
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180
Síða 181
Síða 182
Síða 183
Síða 184
Síða 185
Síða 186
Síða 187
Síða 188
Síða 189
Síða 190
Síða 191
Síða 192
Síða 193
Síða 194
Síða 195
Síða 196
Síða 197
Síða 198
Síða 199
Síða 200

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.