Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 72
70
SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM?
av fólkinum livir við tvímæli, meðan bólkurin
við stjórnarvaldinum livir við einum tungu-
máli.
2.2.3 Meir um munin millum skiftis-
mceli hjá Ferguson og ‘breitt
skiftismceli’
Umframt fyrrnevndu sermerki millum tey
bæði tungumálini:
a) munur í uppbygging, og
b) skyldskapur millum H og L
skal dentur verða lagdur á trý sermerki fyri
samfeløg við skiftismæli eftir strongu heild-
arreglunum hjá Ferguson, ið ikki eru tey
somu sum tey í samfeløgunum, ið eru um-
rødd undir 2.2.2 um 'breitt skiftismæli'.
Myers Scotton leggur dent á tvey viðurskifti:
c) 011 - ella í hvussu er meirilutin - lærir L-
frábrigdið sum móðurmál, og
d) H-frábrigdið verður aldrin (ella næstan
aldrin) nýtt í óformligari samrøðu
(Myers Scotton, 1986:409)
Báðir lutirnir c) og d) eru við í greiningini hjá
Ferguson. Harumframt skal verða víst á eitt
uppaftur triðja sermerki í viðger av H og L. í
tvímálsligum samfeløgum viðgjørd undir
2.2.2 kemur metingin av H og L at vera treyt-
að av, hvør ger metingina: tey sjálv, sum tosa
málið, sum ein eind, ella onnur uttanífra, t.d.
málfrøðingar. í greiningini hjá Ferguson av
skiftismæli meta tey sjálv, sum tosa málið,
annað frábrigdið sum H, ella 'hægri' mál og
hitt sum L uttan fyrilit til t.d. áskoðan hjá
málfrøðingi. Sambært Ferguson vil hetta ser-
merki føra við sær, at ein, sum tosar málið og
ikki hevur skil á H-frábrigdinum, verður í
samfelagnum mettur "ikki at duga sítt egna
mál", og hetta, sigur hann, er eyðkent fyri
arabisku samfeløgini (Ferguson, 1959: 329-
330).
Grundað á munandi frávikini millum
skiftismæli og 'breitt skiftismæli' skal niður-
støða verða gjørd her um, at málsligu samfe-
løgini, umrødd undir 'breitt skiftismæli’,
skulu ikki lýsast sum samfeløg við skiftismæli
eftir myndlinum hjá Ferguson.
Háttalag
Mannagongdin fyri greinina hevur verið at
fara aftur í tilfarið til master-ritgerðina og
hyggja aftur umaftur at hugburðinum, ið
heimildarfólkini tá søgdu seg hava til móð-
urmálið. Harafturat er serstakliga listin við
danismum, ið kom burtur úr teim 118 sam-
røðunum tikin fram aftur. Við hesum í hond
er so pinkukanning gjørd við 12 heimildar-
fólkum til hesa greinina, tvs. 10% av talinum
til master-ritgerðina. Fólkini eru vald úr øll-
um aldursbólkum millum tey vaksnu heim-
ildarfólkini.
Orsøkin til, at júst hetta arbeiðslag er
valt, er, at heimildarfólkini í samband við
kanningina í 2005 vístu seg at vera so at siga
á einum máli um, at danismurnar í føroysk-
um eru 'vánaligt mál'. Samstundis eru viður-
skiftini kortini so, at danismurnar, ið eru til
staðar í talaða málinum, eru júst eitt ser-
merki, ið eyðkennir fjarstøðuna millum dag-
ligt og skrivligt mál. Tað skuldi vísa seg, at
eisini tey 12 heimildarfólkini til pinkukann-
ingina hava greiðar hugsanir um og hugburð
til danismur.
Heimildarfólkini fingu lista sendan við
319 danismum (fylgiskjal 2a). Samstundis
fingu tey leiðbeining um at hyggja at orð-
unum sum eitt slag av orðum, tað merkir, at
tey ikki skuldu seta seg at flokka orðini eitt