Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 72

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 72
70 SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM? av fólkinum livir við tvímæli, meðan bólkurin við stjórnarvaldinum livir við einum tungu- máli. 2.2.3 Meir um munin millum skiftis- mceli hjá Ferguson og ‘breitt skiftismceli’ Umframt fyrrnevndu sermerki millum tey bæði tungumálini: a) munur í uppbygging, og b) skyldskapur millum H og L skal dentur verða lagdur á trý sermerki fyri samfeløg við skiftismæli eftir strongu heild- arreglunum hjá Ferguson, ið ikki eru tey somu sum tey í samfeløgunum, ið eru um- rødd undir 2.2.2 um 'breitt skiftismæli'. Myers Scotton leggur dent á tvey viðurskifti: c) 011 - ella í hvussu er meirilutin - lærir L- frábrigdið sum móðurmál, og d) H-frábrigdið verður aldrin (ella næstan aldrin) nýtt í óformligari samrøðu (Myers Scotton, 1986:409) Báðir lutirnir c) og d) eru við í greiningini hjá Ferguson. Harumframt skal verða víst á eitt uppaftur triðja sermerki í viðger av H og L. í tvímálsligum samfeløgum viðgjørd undir 2.2.2 kemur metingin av H og L at vera treyt- að av, hvør ger metingina: tey sjálv, sum tosa málið, sum ein eind, ella onnur uttanífra, t.d. málfrøðingar. í greiningini hjá Ferguson av skiftismæli meta tey sjálv, sum tosa málið, annað frábrigdið sum H, ella 'hægri' mál og hitt sum L uttan fyrilit til t.d. áskoðan hjá málfrøðingi. Sambært Ferguson vil hetta ser- merki føra við sær, at ein, sum tosar málið og ikki hevur skil á H-frábrigdinum, verður í samfelagnum mettur "ikki at duga sítt egna mál", og hetta, sigur hann, er eyðkent fyri arabisku samfeløgini (Ferguson, 1959: 329- 330). Grundað á munandi frávikini millum skiftismæli og 'breitt skiftismæli' skal niður- støða verða gjørd her um, at málsligu samfe- løgini, umrødd undir 'breitt skiftismæli’, skulu ikki lýsast sum samfeløg við skiftismæli eftir myndlinum hjá Ferguson. Háttalag Mannagongdin fyri greinina hevur verið at fara aftur í tilfarið til master-ritgerðina og hyggja aftur umaftur at hugburðinum, ið heimildarfólkini tá søgdu seg hava til móð- urmálið. Harafturat er serstakliga listin við danismum, ið kom burtur úr teim 118 sam- røðunum tikin fram aftur. Við hesum í hond er so pinkukanning gjørd við 12 heimildar- fólkum til hesa greinina, tvs. 10% av talinum til master-ritgerðina. Fólkini eru vald úr øll- um aldursbólkum millum tey vaksnu heim- ildarfólkini. Orsøkin til, at júst hetta arbeiðslag er valt, er, at heimildarfólkini í samband við kanningina í 2005 vístu seg at vera so at siga á einum máli um, at danismurnar í føroysk- um eru 'vánaligt mál'. Samstundis eru viður- skiftini kortini so, at danismurnar, ið eru til staðar í talaða málinum, eru júst eitt ser- merki, ið eyðkennir fjarstøðuna millum dag- ligt og skrivligt mál. Tað skuldi vísa seg, at eisini tey 12 heimildarfólkini til pinkukann- ingina hava greiðar hugsanir um og hugburð til danismur. Heimildarfólkini fingu lista sendan við 319 danismum (fylgiskjal 2a). Samstundis fingu tey leiðbeining um at hyggja at orð- unum sum eitt slag av orðum, tað merkir, at tey ikki skuldu seta seg at flokka orðini eitt
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64
Qupperneq 65
Qupperneq 66
Qupperneq 67
Qupperneq 68
Qupperneq 69
Qupperneq 70
Qupperneq 71
Qupperneq 72
Qupperneq 73
Qupperneq 74
Qupperneq 75
Qupperneq 76
Qupperneq 77
Qupperneq 78
Qupperneq 79
Qupperneq 80
Qupperneq 81
Qupperneq 82
Qupperneq 83
Qupperneq 84
Qupperneq 85
Qupperneq 86
Qupperneq 87
Qupperneq 88
Qupperneq 89
Qupperneq 90
Qupperneq 91
Qupperneq 92
Qupperneq 93
Qupperneq 94
Qupperneq 95
Qupperneq 96
Qupperneq 97
Qupperneq 98
Qupperneq 99
Qupperneq 100
Qupperneq 101
Qupperneq 102
Qupperneq 103
Qupperneq 104
Qupperneq 105
Qupperneq 106
Qupperneq 107
Qupperneq 108
Qupperneq 109
Qupperneq 110
Qupperneq 111
Qupperneq 112
Qupperneq 113
Qupperneq 114
Qupperneq 115
Qupperneq 116
Qupperneq 117
Qupperneq 118
Qupperneq 119
Qupperneq 120
Qupperneq 121
Qupperneq 122
Qupperneq 123
Qupperneq 124
Qupperneq 125
Qupperneq 126
Qupperneq 127
Qupperneq 128
Qupperneq 129
Qupperneq 130
Qupperneq 131
Qupperneq 132
Qupperneq 133
Qupperneq 134
Qupperneq 135
Qupperneq 136
Qupperneq 137
Qupperneq 138
Qupperneq 139
Qupperneq 140
Qupperneq 141
Qupperneq 142
Qupperneq 143
Qupperneq 144
Qupperneq 145
Qupperneq 146
Qupperneq 147
Qupperneq 148
Qupperneq 149
Qupperneq 150
Qupperneq 151
Qupperneq 152
Qupperneq 153
Qupperneq 154
Qupperneq 155
Qupperneq 156
Qupperneq 157
Qupperneq 158
Qupperneq 159
Qupperneq 160
Qupperneq 161
Qupperneq 162
Qupperneq 163
Qupperneq 164
Qupperneq 165
Qupperneq 166
Qupperneq 167
Qupperneq 168
Qupperneq 169
Qupperneq 170
Qupperneq 171
Qupperneq 172
Qupperneq 173
Qupperneq 174
Qupperneq 175
Qupperneq 176
Qupperneq 177
Qupperneq 178
Qupperneq 179
Qupperneq 180
Qupperneq 181
Qupperneq 182
Qupperneq 183
Qupperneq 184
Qupperneq 185
Qupperneq 186
Qupperneq 187
Qupperneq 188
Qupperneq 189
Qupperneq 190
Qupperneq 191
Qupperneq 192
Qupperneq 193
Qupperneq 194
Qupperneq 195
Qupperneq 196
Qupperneq 197
Qupperneq 198
Qupperneq 199
Qupperneq 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.