Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 74

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 74
72 SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM? „tað skal vera flótandi", „ikki ov nógv fremm- and orð", "føroysk orð so langt, tað letur seg gera, uttan at gera ov nógv av, so tað gerst íslendskt", "røtt bending, uttan at gera ov nógv av og mana fram elligamlar formar, ið langt síðan eru deyðir", o.s.fr. Við tílíkum lýs- ingum í baksýni kann ein spyrja seg: man tað vera so, at standardfrábrigdið verður mett at vera 'ónáturligt'? Er tað so, at ein hoyrir fólk standa og stama, um roynt verður at tosa mál, ið er tillagað standardfrábrigdinum? Verður málið tá eitt mál við "ov nógvum rót- føroyskum orðum, so at tað gerst íslendskt"? Er tað nú so, at stundum verður bending nýtt, ið ger, at "elligamlir formar verða man- aðir fram aftur"? Er tað samstundis so, at dagliga frábrigdið er plágað av "ov nógvum fremmandum orðum” eins og av bendingar- feilum? Hvar fmna vit so hetta náturligafyri- myndarliga málið, um tað hvørki er dagliga frábrigdið, ið flest øll tosa niðrandi um, og heldur ikki skrivliga standardfrábrigdið, ið flest øll halda vera ov torført? Sagt heilt greitt og við øðrum orðum: lýsingar, ið heimildarfólkini gera av, hvat er 'gott føroyskt' - ellafyrimyndarligt mál - eru ikki nóg nágreiniligar. Einans tá tosið snúði seg um donsk tøkuorð kom meirilutin av heimildarfólkunum við sama dómi: eitt mál við danismum er ikki gott føroyskt mál. Ella, sum ein teirra málbar seg: "eg royni fyri alt í verðini at umgangast danismur". Kortini er sannroyndin tann, at óynsktu donsku tøku- orðini eru at frnna í hópatali í dagliga frá- brigdinum. Henda øvuta støðan má verða orsøk til, at flest øll eru sera atfinningarsom viðvíkjandi dagliga frábrigdinum, síni egnu málnýtslu, eins væl og málnýtsluni hjá øðr- um. Samrøðurnar vísa eisini, at meirilutin av heimildarfólkunum heldur uppá almikla týdningin av at varðveita føroyska málið. Hetta fevnir eisini um skrivligt mál (sí talv- urnar 1 & 3 í samanseting). Samstundis skal sigast, at fleiri bóru fram ørkymlan um, at tað "eru so fá, ið veruliga duga hetta málið". Av tí at spurningur viðvíkjandi hesum ikki var við í spurnarblaðnum, hóast hann ofta kom fram av sær sjálvum undir samrøðunum, kundi heldur ikki verða gjørd ritlýsing, ið kann lýsa miðal hugsan millum heimildar- fólkini viðvíkjandi spurninginum. Kortini skulu nøkur dømi takast við, ið lýsa, hvussu heimildarfólkini málbera seg í hesum, at "tað er næstan eingin, ið dugir hetta málið": "Vit áttu øll at farið til íslands fyri at lært okk- um føroyskt", "Eftir hálvum ári í íslandi hoyrdi eg, hvussu illa vit er komin avstað her heima hjá okkum", "Tað er sum hava vit eina undirlutakenslu og ov negativan hugburð millum lærarar til okkara egna mál". Tey bæði fyrstu dømini (umframt sjálv orð- ingin um, at 'tað er næstan eingin, ið dugir hetta málið) komu millum ung undir út- búgving; tað triðja í bólkinum av vaksnum, vælútbúnum fólkum í týðandi fyrisetingar- ligum starvi5. Hugsanir av hesum slagi um dagliga frá- brigdið má sigast at vera í tráð við niðurstøð- una hjá Ferguson um arabiskt skiftismæli: ein, ið ikki hevur skil á H-frábrigdinum verður mettur av øðrum "ikki at duga málið nóg væl". (Ferguson, 1959: 329-330). Eins og Ferguson ger av viðvíkjandi arabiskum viður- skiftum, so hugsa føroysk heimildarfólk held- ur ikki, at tey (og landsmenn teirra) ikki tosa føroyskt. Tað, tey siga, er, at tey tosa ikki
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.