Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 79

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 79
D/GLOSS/A IN FAROESE? 77 vegin 5 av 12, at tey høvdu nýtt nøkur í dag- ligum máli, meðan fimm svara neiligt og tvey svara "eg veit ikki". At enda, til spurning um at nevna øki, har vit, eftir teirra meining, ikki eiga at nýta orð av hesum slagi í munnliga málinum, taka heimildarfólkini hesi øki sum dømi: “fjølmiðl- ar, loftmiðlar, røður, røður í politiskum tjóðar- ligum høpi,fyrilestrar, barnabøkur, skúlin, les- arabrøv og málið hjá tí almenna". Av hesum uppskotunum til øki fyri at útihýsa tílíkum orðum, vísir tað seg, at “miðlarnir" eru tiknir við hjá øllum 12, meðan so nógvsum 8 eisini taka við "/' eini røðu". Hini uppskotini til øki, har tílíkt mál ikki eigur at verða í nýtslu, ber helst boð um, hvat hin einstaki, ið svarar, er upptikin av ella fæst við í dagliga virki sínum. Ella, sum heimildarfólk nr. 4 sigur í meira sundurgreinandi vending: "Tosaðu vit í sjónvarpi, útvarpi ella hildu ein fyrilestur, høvdu vit vanda okkum so mikið um málið, at flestu av hesum orðum ikki vildu verið brúkt. Málið er jú størsti samleiki okkara, og má røkjast". Vit síggja nú, at her er javnstig við niðurstøð- una hjá Ferguson úr teimum fýra 'fyrimynd- armálunum’, t.d. tokki til at hoyra røður á standardfrábrigdinum (Ferguson, 1959:330). Ahugavert er, at samsvarandi tí, ið Ferguson fann, síggja føroysku heimildarfólkini seg heldur ikki før fyri at handa børnunum hetta 'rætta'/'reina' málið. Hetta kann sigast, tí at í fleiri førum siga tey, at ábyrgdin liggur hjá skúlanum hesum viðvíkjandi. 4.0 VIÐCERÐ 4.1 Skiftismæli í Norðurlondum 4.7.7 íslendskt íslendskt hevur verið hugsað um sum eins- háttað málsamfelag, báði av tí, at íslendskt er einasta mál, og eisini tí, at har eru bert minni munir millum staðbundnu málførini. Hesa fatan hava íslendingar eisini sum heild, og tað hevur tí sett sín dám á tilvitan teirra um málið. í grein nemur Ari Páll Kristinsson við, at tað í íslendskum eru orð í talumálinum, ið ikki hoyra heima í skriftmálinum (Sandøy og Óstman, 2004: 30-70). Partvís snýr hetta seg um orð av íslendskari rót, men við "lágari virðing", og partvís snýr tað seg um lænt orð, ið íslendskt hevur nýggjyrði fyri, men, sum eru meira vanlig í skrift enn í talu. Viðvíkjandi bendingum peikar Ari Páll Kristinsson serliga á valið av grundliðarfalli í ópersónligum setn- ingum. Ari Páll Kristinsson heldur, at hesi við- urskifti allarhelst hava at gera við íslendska málpolitikkin. íslendska støðan tykist sostatt at kunna verða samanborin við ta føroysku, serliga viðvíkjandi orðatilfeinginum og helst eisini, um enn í minni mun, viðvíkjandi setn- ingsuppbygnaði og bendingarformum. Sam- bært fatanini hjá Ara Pálli Kristinssyni er skiftismæli ikki støðan í íslendska málsamfe- lagnum, og hann heldur, at tað "ikki er talan um tvey ymisk málslig frábrigdi í íslendskum, við virki hvørt á sínum øki, eins og tá hugsað verður um tvey frábrigdi við sínum egna Ijóð- og bendingarkervi umframt savn av orðatil- feingi" (Úr brævasamskifti, apríl 2008). Av hesum kann lesast, at spurningurin møguliga snýr seg um greining ella um stig av skiftismæli, og fara vit at síggja, at sama kann
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.