Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 79
D/GLOSS/A IN FAROESE?
77
vegin 5 av 12, at tey høvdu nýtt nøkur í dag-
ligum máli, meðan fimm svara neiligt og tvey
svara "eg veit ikki".
At enda, til spurning um at nevna øki,
har vit, eftir teirra meining, ikki eiga at nýta
orð av hesum slagi í munnliga málinum, taka
heimildarfólkini hesi øki sum dømi: “fjølmiðl-
ar, loftmiðlar, røður, røður í politiskum tjóðar-
ligum høpi,fyrilestrar, barnabøkur, skúlin, les-
arabrøv og málið hjá tí almenna". Av hesum
uppskotunum til øki fyri at útihýsa tílíkum
orðum, vísir tað seg, at “miðlarnir" eru tiknir
við hjá øllum 12, meðan so nógvsum 8 eisini
taka við "/' eini røðu". Hini uppskotini til øki,
har tílíkt mál ikki eigur at verða í nýtslu, ber
helst boð um, hvat hin einstaki, ið svarar, er
upptikin av ella fæst við í dagliga virki sínum.
Ella, sum heimildarfólk nr. 4 sigur í meira
sundurgreinandi vending:
"Tosaðu vit í sjónvarpi, útvarpi ella hildu ein
fyrilestur, høvdu vit vanda okkum so mikið um
málið, at flestu av hesum orðum ikki vildu verið
brúkt. Málið er jú størsti samleiki okkara, og má
røkjast".
Vit síggja nú, at her er javnstig við niðurstøð-
una hjá Ferguson úr teimum fýra 'fyrimynd-
armálunum’, t.d. tokki til at hoyra røður á
standardfrábrigdinum (Ferguson, 1959:330).
Ahugavert er, at samsvarandi tí, ið Ferguson
fann, síggja føroysku heimildarfólkini seg
heldur ikki før fyri at handa børnunum hetta
'rætta'/'reina' málið. Hetta kann sigast, tí at í
fleiri førum siga tey, at ábyrgdin liggur hjá
skúlanum hesum viðvíkjandi.
4.0 VIÐCERÐ
4.1 Skiftismæli í Norðurlondum
4.7.7 íslendskt
íslendskt hevur verið hugsað um sum eins-
háttað málsamfelag, báði av tí, at íslendskt er
einasta mál, og eisini tí, at har eru bert minni
munir millum staðbundnu málførini. Hesa
fatan hava íslendingar eisini sum heild, og tað
hevur tí sett sín dám á tilvitan teirra um
málið.
í grein nemur Ari Páll Kristinsson við, at
tað í íslendskum eru orð í talumálinum, ið
ikki hoyra heima í skriftmálinum (Sandøy og
Óstman, 2004: 30-70). Partvís snýr hetta seg
um orð av íslendskari rót, men við "lágari
virðing", og partvís snýr tað seg um lænt orð,
ið íslendskt hevur nýggjyrði fyri, men, sum
eru meira vanlig í skrift enn í talu. Viðvíkjandi
bendingum peikar Ari Páll Kristinsson serliga
á valið av grundliðarfalli í ópersónligum setn-
ingum. Ari Páll Kristinsson heldur, at hesi við-
urskifti allarhelst hava at gera við íslendska
málpolitikkin. íslendska støðan tykist sostatt
at kunna verða samanborin við ta føroysku,
serliga viðvíkjandi orðatilfeinginum og helst
eisini, um enn í minni mun, viðvíkjandi setn-
ingsuppbygnaði og bendingarformum. Sam-
bært fatanini hjá Ara Pálli Kristinssyni er
skiftismæli ikki støðan í íslendska málsamfe-
lagnum, og hann heldur, at tað "ikki er talan
um tvey ymisk málslig frábrigdi í íslendskum,
við virki hvørt á sínum øki, eins og tá hugsað
verður um tvey frábrigdi við sínum egna Ijóð-
og bendingarkervi umframt savn av orðatil-
feingi" (Úr brævasamskifti, apríl 2008).
Av hesum kann lesast, at spurningurin
møguliga snýr seg um greining ella um stig av
skiftismæli, og fara vit at síggja, at sama kann