Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 84
82
SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM?
sum tosar málið (um so er, bert heilt
fáum).
3. Frá barnsbeini av lærir eingin standard-
frábrigdið í dagligari talu.
4. Eins og Ferguson lýsir í 'fyrimyndarmál-
unum', byrjar nágreinilig læring av stand-
ard-frábrigdinum ikki fyrr enn, tá farið
verður í skúla (Ferguson, 1959: 331, 336-
337). Innan skúlagátt er galdandi, at dag-
liga frábrigdið víkur frá standardfrábrigd-
inum í orðatilfeingi, bending og setnings-
bygnaði.
5. Standardfrábrigdið verður hildið at
standa yvir/vera 'betri enn' dagliga frá-
brigdið, vera meira skilvíst, vakrari, betur
hóskandi í yrkingum o.s.fr. (Ibid.: 329). í
føroyskum er heilt vanligt, kanska eyð-
kent, at hoyra um dagliga frábrigdið, at
tað verður mett sum 'vánaligt mál', báði
í tí dagliga, men kanska helst í skrivligum
ella í høpi, har tillagað mál verður vænt-
að.
Tá nú báði málsligir byggihcettir, nýtsluøki og
hugburður hjá teimum, ið tala málið ("struc-
ture, use and attitudes"); (Ferguson, 1991:
221) vera tikin upp í virðismetingina, skal her
verða sett fram uppáhald um, at vit standa
framman fyri týdningarmiklum skilnaði mill-
um føroyska málsamfelagið og samfelag við
'standardfrábrigdi-við-staðbundnum málfør-
um'. Leggjast skal til merkis, at í 'standardfrá-
brigdi-við-staðbundnum málførum' finst ikki
sermerkt orðatilfeingi, ið saman við bending-
arsermerkjum og setningsbygnaði er felags
fyri øll staðbundnu málførini, hóast stand-
ardfrábrigdið (skrivliga málið) víkur frá. Held-
ur ikki fara tey, sum tala málið (í 'standard-
frábrigdi-við-staðbundnum málførum') sum
part av móðurmálslæringini at læra um fyri-
brigdini í dagliga málinum, at hetta er
'vánaligt’ ella 'ikki gott mál'. Heldur øvut.
Sum áður nevnt, kenna vit úr norska
málsamfelagnum, at staðbundnu málførini
hava høga virðing og í summum førum
hægri virðing enn skrivliga málið, og har er
einki, ið verður rópt hvørki 'vánaligt' ella
'skeivt’ mál, bert 'dialekt' (málføri), líka mikið
um frávikið snýr seg um orðaval, bending ella
setningsbygnað.
Føroyska málsamfelagið, hin vegin, hevur
til felags við 'fyrimyndarmálini' hjá Ferguson,
at standardfrábrigdið verður mett høgt; av
meirlutanum mett at vera meir háborið enn
dagliga frábrigdið. Dagliga frábrigdið verður
kortini nýtt í dagligum høpi. At nýta tillagað
mál, standardfrábrigdi - ella H - í dagligum
høpi, mundi allarhelst eisini í føroyskum
tykst í so pilkut, eisini tilgjørt (Ferguson,
1959: 337). Hin vegin mundi nýtsla av ov
dagligum máli í høpi, har tillagað mál verður
væntað, verið hildið at vera misskiljing.
Møguliga hevði ein eisini verið hildin at hava
lága útbúgving, og í onkrum førum hevði tað
Ijóðað sum óætlaður løgin málburður.
4.3 Skiftismæli í Føroyskum?
4.3.1 Nýtsluøki fyri H og L í málsam-
felagi við skiftismceli
Av talvu 6 niðanfyri kunnu lesast umstøður,
ið Ferguson greinar sundur fyri nýtslu av
ávikavíst H- og L-frábrigdi í einum av teim
fýra 'fyrimyndarmálunum' (Ferguson, 1959:
329). Teigurin til høgru er tikin uppí fyri at
samanbera, hvat kann hugsast um ávikavist
føroysk og donsk/norsk viðurskifti.
Sum heild, kunnu vit siga, at viðurskiftini
í 'fyrimyndarmálunum' og føroyskum kunnu
samanberast, við tveimum undantøkum: